Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Rógvið summarið av á Regatta

Tann 10. august verður ársins Regattasigling av Eiði til Hósvíkar hildin. Hósvíkar Róðrarfelag bjóðar øllum kappróðrarfólkum og róðrarfólkum annars at koma við og rógva av Eiði til Hósvíkar.

Í fleiri ár hava kappróðrar og aðrir róðrarbátar verið við á Regatta. Í ár ætla vit meira, og ætla at hava tað meira skipað, soleiðis at vit fáa fleiri kappróðrarbátar við, og at hesir fylgjast í einum stórum róðrarfelti á teininum av Eiði til Hósvíkar.

Hetta er ein góður møguleiki at savna manningina fyri seinastu ferð á árinum og rógva ordiliga av, áðrenn fyrireikingarnar til næsta ár so smátt fara í gongd aftur.

Tí koma vit nú við einum tilboði til øll róðrarfólk. Takið kappróðrarbátin við á Regatta og rógvið saman við okkum av Eiði til Hósvíkar, og tey, ið manna bátin, sleppa at luttaka fyri 100kr. hvør – vanligur kostnaður er 150 kr.

Í hesum tilboði eru tær eyðkendu Regattablusurnar, armband, døgurði í bygdarhúsinum, tá komið verður til Hósvíkar og morgunmatur, áðrenn farið verður til Nólsoyar morgunin eftir, har Ovastevna er.

Vit hava gjørt umstøðurnar so góðar sum møguligt hjá kappróðrarfólki at koma við. Á Eiði er góður dráttur til at flota bátin og lætt at sleppa til við bátavogni. Somuleiðis verður góður dráttur á keiini í Hósvík, har bátarnir kunnu dragast aftur. Við dráttin er gott øki sett av til bátarnar, har teir standa væl og í lívd, og har bátarnir kunnu spulast, áðrenn teir verða stillaðir fyri náttina. Økið er gott at sleppa til við bátavognum, um báturin skal avheintast við vogni dagin eftir.

Møguleiki verður hjá róðrarfólki at nýta brúsurnar í Róðrarneystinum í Hósvík, so tey kunnu vaska sær eftir túrin. Eisini er eitt tjaldingarøki sett av, har tað er ókeypis at tjalda og fáa sær ein lúr – ikki tí vit vænta at nógv verður sovið á náttini – men so er møguleikin opin.

Um náttina verður góður Regattadansur við bólkinum Bridge í Bygdarhúsinum, og kostnaðurin fyri tað er 150,-

Vit í Hósvíkar Róðrarfelag vóna at tit kappróðrarfólk taka av hesum møguleika at rógva summarið av saman við okkum.

Siglt verður av Eiði kl. 17, og goldið verður á keiini á Eiði. Tilmeldast kann á telefon: 580317 og 261596 ella við at skriva ein teldupost til okkum á regatta@tpost.fo – seinasta freist er mikukvøldi 8. august klokkan 00.00.

Kostnaðurin fyri róðrarfólk er einans 100,-

Við róðrarkvøðu

Hósvíkar Róðrarfelag