Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Róðrarhugað hittast leygardagin í neystinum á Glyvrum

Tíðindaskriv:

Seinrapartin leygardagin - 29.12.12 - frá 15-17, skipar Kappróðrarfelagið NSÍ fyri kunningarátaki í neystinum Niðri á Støð á Glyvrum. Øll, ið hava áhuga fyri rógving og felagnum, eru hjartaliga vælkomin, og vón nevndarinnar er, at so mong sum yvirhøvur gjørligt geva sær stundir at vitja felagið hendan dagin.

23. mai í ár var aðalfundur í felagnum, og nýggja nevndin skipaði seg við Eyðuni Petersen sum formanni. Harumframt sita Annika Tórbjarnardóttir, Tórbjørn Jacobsen, Magni Lamhauge og Bjarki Danielsen í nevndini og varalimir eru Eiler Lamhauge og Rodmundur Nielsen. Nógv innanhýsis virksemi hevur verið í felagnum, og nevndin og varalimirnir hava síðani summarfrítíðina verið saman at kalla hvørja viku.

Mesta virksemi hevur snúð seg um at skipa róðurin á Eystanstevnuni í summar og at tryggja felagið fíggjarliga, fyri at fáa ítróttina – rógvingina - á eitt munandi hægri støði enn hesi seinastu árini, tí tað er ongin loyna, at gulu bátar felagsins hava verið alt ov lítið eyðsýndir á føroyskum firðum og vágum í alt ov rúma tíð.

Leygardagin fer nevndin at greiða frá virkseminum síðani aðalfundin, og um hvørjar ætlanir felagið hevur higani og frameftir. Felagssangur og eitthvørt til ábits verður eisini. Av serligum týdningi er tað, at ungdómar og eldri, sum hava áhuga fyri at rógva í 2013, møta so fjølment sum gjørligt, soleiðis, at endamál felagsins – ítróttin – aftur kemur til heiður og æru.

Felagið búleikast á Glyvrum, felagshúsið er har, men hetta merkir ikki tað, at felagið á nakran hátt hevur nágreinað seg til bara at virka í egnum grannalagi. Nevndin staðfestir, at ítróttaliga upptøkuøkið er óavmarkað og á ongan hátt er tengt at kommunumørkum og øðrum landafrøðiligum avmarkingum.

Annars skal boðast frá, at Róðrarsamband Føroya hin 5. januar 2013 hevur lænt neystið á Glyvrum til úttøkukapping ávegis fram ímóti heimsmeistarakappingini í inniróðri, sum verður fyriskipað í Boston í USA til várs, eisini um hetta fæst meiri at vita leyardagin.

Kappróðrarfelagið NSÍ