Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Róðrarfólk og flaggdagshald

Gamalt var, at kappróðrarfeløgini kring landið flotaðu bátarnar Flaggdagin 25. apríl. Tá byrjaði venjingin undan summarstevnunum kring landið. Nógv er broytt hesi seinastu árini, nú verður vant innandura tað mesta av árinum, og fleiri av bátunum hava longu verið at sæð á firðum og víkum.

Hóast viðurskiftini eru broytt, eisini hjá Kappróðrarfelgnum NSÍ, so hevur felagið onkursvegna valt at halda fast um hesa siðvenja, og hósdagin í hesi vikuni, sum er dagurin til heiðurs fyri Merkinum, verða bátarnir flotaðir alment í hesum árinum.

Heitt verður á róðrarfólkið um at møta Niðri á Støð, í neystinum, kl. 13:00 hin 25. apríl. Okkurt lætt verður til matna, bátarnir verða flotaðir og síðani verður róð út í bátahylin í Runavík. Haðani gongur róðrarfólkið inn til Posthúsið í Saltangará og fer uppí skrúðgonguna, saman við øðrum ítróttarfólkum og skótum, sum luttekur í flaggdagshaldinum á torginum við býráðssalin í Saltangará kl. 15:00, har hornorskestrið spælir og Annleyg Lamhauge flytir fram røðu.

Eftir haldið rógva bátarnir inn aftur í Støð, og vænta verður, at nakað av bátum fylgja kappróðrarbátunum. Bátafelagið á Bakka og Kappróðrarfelagið hava tosað saman um hetta, og vónandi verður tað ein frægari maritim sjón á fjørðinum hósdagin í vikuni. Eftir at fylgið er komið inn í Støð á Glyvrum aftur verður ymiskt fyriskipað, eitt nú fæst suppa, kaffi og køkur. Skjóttgangandi bátar fara at sleipa vatnskíðir eftir sær og til ber at rógva í kano.

Øll eru hjartaliga vælkomin í neystið hendan dagin.