Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Røða: Øll vinna, tá ið familjurnar trívast

Dan Klein --- 30.07.2018 - 06:56

Fyri løtu síðan flutti løgmaður fram sína ólavsøkurøðu.

Røðan kann lesast niðanfyri:

Harra formaður

Lat meg byrja við at seta ein spurning.

Hvat er tað týdningarmesta í lívinum?

Tá ið vit leita inn til sjálva kjarnuna av tí, sum hevur týdning, hvat finna vit so?

Tá ið fólk verða spurd um hetta, er tað serliga eitt afturvendandi svar. Tað týdningarmesta er.. familjan.

***
Hetta hevur eisini verið mítt svar, síðani eg fyrstu ferð helt á mínum dreingjum. Og eg vænti, at øll foreldur, sum hava latið elalítlu hondina taka um fremstafingur kenna hetta aftur. Tankarnir reika til framtíðina hjá hesum lítla, óskrivaða blaðnum.

Tí við føðingini føðist eisini brennandi ynskið um at geva barninum alt tað besta. Góð barnaár, góðar møguleikar at mennast og læra. Møguleikar at fara til arbeiðis, skapa, forvinna. At fáa sær familju.

Øll foreldur munnu eisini kenna ynskið um at spenna eitt trygdarnet út, sum loftar, tá ið lívið verður hart. Vit ynskja barninum bestu kor og góðar fortreytir alt lívið.

At gera hesi ynskini til veruleika er tað, politikkur eigur at snúgva seg um. Tíverri kámast hetta endamálið mangan. Av partapolitiskum smákegli, erni og yvirskriftum.

Men um vit aftur her leita inn til sjálva kjarnuna, so snýr politikkur seg um lív og menniskju. At tryggja karmarnar, so ynskini hjá foreldrunum á føðideildini kunnu gerast veruleiki.

Og tí hava vit lagt okkum eftir at stuðla familjunum. At muna í gerandisdegnum.

Tí øll vinna, tá ið pengarnir koma út til familjurnar heldur enn at savnast á fáum hondum. Hetta er orsøkin til:

at barnafamiljurnar hava fingið størri barnafrádrátt og longda barsilstíð.

at familjur við tveimum arbeiðsmannainntøkum nú hava 13.000 krónur meira at liva fyri um 
árið eftir skattaminkingina til lág- og miðallønt.

Og at familjur, ið hava trong kor, hava fingið eitt familjuískoyti.

Tá ið familjurnar fáa størri part av ríkidøminum, brúka tær sínar pengar í Føroyum. Tað hevur virkað til, at byggi-, handils- og tænastuvinnan blóma. Og tað kemur aftur familjunum til góðar við fleiri arbeiðsplássum og fleiri tænastum.

Soleiðis vinna vit øll.

Tað er gott. Men vit mugu ansa eftir, at búskapurin ikki verður ov heitur. Tað skal eisini vera arbeiði og familjuvælferð, tá ið tíðirnar versna.

Nú fara vit skjótt inn í eitt valár. Vit vita, hvussu tað plagar at vera.

Men vit brynja okkum til verri tíðir við at halda somu, varnu kós.

Vit arvaðu ein landskassa, sum hevði havt hall seinastu átta árini. Men síðani 2016 hava vit havt yvirskot.

Fyrstu trý árini í valskeiðnum hava vit tilsamans góða milliard í yvirskoti.

Og búskapurin er hartil støðugt meira sjálvberandi, tí vit hava fastfryst ríkisveitingina. Tá ið búskapurin veksur, meðan ríkisveitingin stendur í stað, minkar týdningur hennara.

Men viðgongdin í løtuni er stór. Búskaparvøkstur. Fólkavøkstur. Løntakaratal. Stórur útflutningur. Lítið arbeiðsloysi. Og lág renta.

Hetta fer at hæsa av. Tí reka vit ein ansnan fíggjarpolitikk. Vit flyta samfelagið framá, samstundis sum vit leggja til síðis til verri tíðir.

Við Búskapargrunninum fáa vit spart upp í góðum tíðum og harvið minkað um sveiggini í búskapinum, sum vit áður hava kent so meint.

Men fyri at stýra búskapinum mugu land og kommunur samstarva. Samlaðu íløgurnar hjá landi, kommunum og vinnu eru í løtuni ov stórar. Tað ger, at serliga byggivinnan dýrkar. Tað rakar familjurnar. Landið tekur ábyrgd, og vit ætla at drýggja komandi íløgur yvir fleiri ár. Og kommunurnar áttu at gjørt tað sama. Vit varða jú av somu familjum. Tað má kunna bera til. Í felag.

Harra formaður

Vit yvirtaka í dag familjurættin. Ábyrgdin er stór, tí økið snýr seg um foreldramyndugleika. Samveru. Hjúnaband. Hjúnaskilnað. Arv. Og ættleiðing. Alt viðurskifti, sum ávirka familjulívið.

Tí familjur eru so ymiskar.

Um tit komu til hús við mær, høvdu tit upplivað mína familju – konuna og synir okkara. Onkur vildi helst kallað okkum “eina kjarnufamilju”.

Men.. hvat er í grundini ein kjarnufamilja?

Eru familjur ikki eins ymiskar og fólkini, sum eru í teimum?

Sjálvur eri eg giftur. Summi liva saman ógift, onnur eru støk, uppaftur onnur fráskild. Nøkur hava mist makan.

Vit eiga tríggjar dreingir. Summi eiga fleiri børn, summi færri og summi eingi. Summi eru fosturforeldur, onnur fáa gávubørn, sum koma inn í lívið saman við makanum. Summi ættleiða.

Nøkur børn hava mist foreldur, onnur gerast tvíbólað, tá ið foreldrini hvør í sínum lagi fáa nýggjar makar.

Men ein familja er ein familja. Hon er kjarnueindin í samfelagnum, og hon er tað týdningarmesta hjá teimum, sum eru í henni.

Vit eiga at stuðla øllum familjum.

Tað gera vit eisini – nú. Í Føroyum er nú rúm fyri øllum familjum.

Og nú vit yvirtaka familjurættin, gera vit sjálv av, hvussu karmarnir skulu skipast. Nýggj ættleiðingarlóg er samtykt, og nú er ætlanin at smíða nýggja lóg um foreldramyndugleika og samveru. Hetta eru eym – men neyðug – mál.   Tað er ein stór ábyrgd. Men vit taka hana á okkum.

Heldur enn at dvølja í fortíðini føra vit samfelagið inn í nútíðina, so fortreytirnar skulu verða tær allarbestu – eisini í framtíðini.

Og síðani løgtingsvalið 2015 hava vit sæð eina støðuga gongd móti einum javnari, rúmligari og meiri modernaðum samfelagi.

Fyrraárið gleddi eg meg til, at vit á fyrsta sinni skuldu gerast 50.000 fólk. Longu nú eru vit 51.000. Hví?
Jú, størsta broytingin er, at vit vinna kappingina um fólkið. Nettotilflytingin er metstór. Eisini fleiri útlendingar velja Føroyar. Okkara samfelag dregur, tí tað er nútímansgjørt.

Verandi vinnur blóma – og fleiri fólk merkir eisini fleiri hugskot; fleiri vinnuvegir, størri inntøkur. Arbeiði er til allar hendur. Men okkara familjuvinarligu átøk hava sanniliga eisini munað.

Stóri fólkavøksturin – serliga av ungum fólki – vísir, at tað var rætt at skipa fleiri útbúgvingar, fleiri lestrar- og lærupláss, bíligari ferðaseðlaprísir og hægri lestrarstuðul – eisini 12. mánaðin.

Men vit settu okkum eisini onnur mál. Fyri summi tóktust tey veruleikafjar, tí onnur annaðhvørt ikki tordu ella ikki kláraðu at gera nakað við tey.

Men vit rukku teimum, førdu Føroyar inn í nútíðina og brynja okkum til framtíðina. Við broytingum í fiskivinnuni, alivinnuni, pensjónsøkinum og við skattaumleggingini hava vit tryggjað, at tað verður tryggari, liviligari og javnari í Føroyum.
  
Og hetta er ikki tikið úr leysum lofti.

Hagtøl hjá Hagstovuni vísa svart upp á hvítt, at vit liva í einum javnari samfelag.

Nýggjastu tølini eru frá 2016, og síðani tað hava fleiri átøk minkað enn meiri um ójavnan.

***
Hetta var eisini eitt av endamálunum við nýggju fiskivinnuskipanini: At býta tað, sum tilfeingið gevur, javnari og rættvísari.

Nú er sligið púra fast, at fiskiríkidømið er ogn Føroya fólks – ikki privat ogn. Samstundis staðfestu vit, at fiskiríkidømið er grundarlagið undir okkara búskapi – og undir føroysku familjunum.

Verandi reiðarí hava fingið góðar treytir í nýggju skipanini, og vit fara uttan iva skjótt at síggja nýggjar íløgur. Men menningarkvotur og uppboðssøla geva eisini øðrum møguleika at fáa atgongd til fiskivinnuna. Endamálið er at fáa kapping um virðisøkingina úr livandi tilfeinginum. Úr hesi kapping sprettur bæði nýggjur dynamikkur – og størri inntøkur til reiðarí, manningar og samfelag.

Næsta stig er at seta skipanina við veiðigjaldi í verk. Tá fara tey, ið hava framíhjárætt til tilfeingið – og sum fáa ein eyka stóran vinning – at lata eitt sindur eyka til vælferðarsamfelagið. Og veiðigjaldið fylgir gongdini í vinnuni. Forvinnur tú einki, rindar tú einki. Forvinnur tú lítið, rindar tú lítið. Forvinnur tú nógv, rindar tú meiri.

***
Fiskivinnan og alivinnan eru ryggurin í vælferðarsamfelagnum. Skapti og rindaði vinnan ikki so nógv, sum hon ger, vóru møguleikarnir hjá nýføðinginum nógv skerdir.

Men vit rinda øll eftir førimuni. Og tað áliggur okkum at fáa hvørja krónu at røkka so langt sum gjørligt. Júst tí var pensjónsnýskipanin so týdningarmikil, tí hon styrkir haldførið og framtíðartryggjar vælferðarsamfelagið.

Pensjónsnýskipanin tryggjar eisini øllum føroyingum eina góða pensjón.

Hon rindar meiri út og gevur størri frælsi.

Í ár hækkaði útgjaldið úr Samhaldsfasta, men á nýggjárinum hækkar útgjaldið aftur, og tá hava allir verandi fólkapensjónistar fingið tilsamans túsund krónur afturat at liva fyri. Um mánaðin. Hvønn mánað.

 Eftir skatt.

Pensjónsnýskipanin munar eisini væl hjá komandi pensjónistum við lágari ella miðal inntøku, tí tey fáa somuleiðis meira at liva fyri.

Pensjónsaldurin hækkar varisliga, og nýggja pensjónsskipanin letur fólk sjálvi áseta býtið millum arbeiðslívið og pensjónstilveruna.

Pensjónisturin, sum arbeiðir nógv, kann útseta pensjónina og afturfyri fáa hægri pensjón, tá ið hann seinni fer at arbeiða minni ella gevst heilt.

Pensjónisturin, sum vil arbeiða nakað, fer at hava meira eftir, nú arbeiðslønin verður munandi lagaligari mótroknað.

Pensjónisturin, sum ikki arbeiðir, fær sum øll onnur størri útgjald úr Samhaldsfasta.

Og tey, sum eru niðurslitin fyri pensjónsaldur, kunnu fara frá fyrr.

Skipanin er gjørd soleiðis, tí vit vita, at tað enn er siðvenja í Føroyum, at ættarliðini hjálpa hvør øðrum. Pensjónistar gera eitt stórt, virðismikið arbeiði. Tey ansa børnum, fara við og eftir teimum, gera døgurða og hýsa ungum familjum. Tíbetur er tað framvegis soleiðis. Hetta er føroysk mentan, hetta eru føroysk virði – og tað skal endurspeglast í okkara almennu skipan.

Og tí hevur tað eisini stóran samfelagsligan týdning, at pensjónistarnir hava frælsi at skipa sína pensjón eftir tørvi.
Tí støðurnar eru ymiskar.

Nøkur mugu gevast at arbeiða langt fyri tíð og gerast fyritíðarpensjónistar. Teirra tilverugrundarlag er nú styrkt, millum annað við 1000 krónum afturat um mánaðin. Tað er ikki annað enn rímiligt.

***
Tað er jú so skjótt, at heilsan kann fara at bila. Vit eru ikki harrar yvir øllum.

Lívsins krongluta gøta førir okkum mangan hagar, vit ikki ætlaðu okkum. Til dømis inn á sjúkrahúsini.

Dagliga eru nógvar familjur í sambandi við heilsuverkið um bæði smátt og stórt. Pentur í smá, skurslað knø – ella álvarsamar skurðviðgerðir. Vit brosa um barsilssongina og drýpa høvur um deyðssongina. Og tá ið vit hava stovnað familju, er óttin fyri, at okkurt ilt skal henda børnunum ella okkum foreldrum, ein støðugur fylgisveinur.

Tá er gott at vita, at vit hava eitt trygt heilsuverk, sum loftar okkum.

At vit nú hava savnað sjúkrahúsverkið undir einari felags leiðslu styrkir tað, og styrkta samskipanin kemur øllum til góðar.

Tað munar eisini, at fleiri átøk í okkara ætlan at menna sjúkrahúsverkið eru sett í verk.

Um 10 serlæknar hava tikið við føstum starvi, síðani vit stovnaðu serligu serlæknapuljuna. Tað ger, at bíðilistarnir eru styttir. Ein lungnalækni og fleiri psykiatarar eru settir, og pínuviðgerð fæst nú í Suðuroy.
At føroysk læknalesandi hava fingið framíhjárættindi til lestrarstørv í Føroyum fer sannlíkt at fáa fleiri teirra at starvast í okkara heilsuverki seinni.

Og eisini tænastur verða heimtiknar – borgarar við seinheilaskaða og mønuskaða fara at fáa endurvenjing á Klaksvíkar sjúkrahúsi.

Framvegis eru tó tøk at taka.

Játtanin til sjúkrahúsverkið er vaksin nógv seinastu árini, men kortini røkkur hon ikki. Tað má loysast. 
Hartil skulu uppgávurnar hjá sjúkrahúsunum býtast skynsamari, og felags visitasjón og bíðilisti skulu skipast.

Fyrsti liður í heilsuverkinum eru tó kommunulæknarnir, og teir eru nú vorðnir fleiri. Tveir afturat í Suðurstreymoy, ein á Eiði og ein á Skálafjørðinum. Komandi ár kemur ein afturat í Norðoyggjum, og tá verða 35 kommunulæknastørv samanlagt kring landið – tað er metnógv.

Hetta er alt týðandi partar av trygdarnetinum, sum vit spenna út undir familjunum.
Men áðrenn nakar kann fáa hjálp mugu virðini skapast.

Dugnaligar fyritøkur og íðin arbeiðsfólk skapa fíggjarliga grundarlagið, sum føroyska samfelagið stendur á.

Eins og børnini, ið fyrstu tíðina eru smá og trilvandi, men sum so vaksa bæði í vavi og viti, er alivinnan eftir fáum árum vaksin, so hon nú er fremsta útflutningsvinnan. Við nýggju alilógini eru aliloyvini greiðari, og dentur er lagdur á, at vinnan skal virða náttúruna og ta vistfrøðiligu skipan, hon virkar í. Tráa vit ov nógv eftir løtuvinningi kemur tað aftur um brekku við sjúkum, felli og spiltari náttúru. Her mugu vit læra av fortíðini.

Men menning skal vera møgulig, og nýggja lógin letur til dømis upp fyri aling á landi, frálandaaling og at ala millum annað tara og skeljar. Og í Svínoy verður eitt nú loyvt at ala rognkelsi. Hetta økir um virksemið innanlands.

Men eisini uttanlands eru batar. Vit hava arbeitt miðvíst fyri, at alivinnan og aðrar útflutningsvinnur hava minst líka góða marknaðaratgongd sum kappingarneytarnir. Og vit eru komin langt við arbeiðinum at betra um okkara handilsviðurskifti við Suður Korea, Japan, Kina, ES, Russland og Brasilia.

Hetta verður gott fyri vinnulívið, men eisini fyri føroyskar familjur, sum fáa bíligari vørur.

Vit samráðast eisini við íslendingar um at broyta Hoyvíkssáttmálan, tí samsvar má vera millum sáttmálan og fiskivinnulóggávuna um útlendskan ognarskap. Hartil skal betri javnvág tryggjast í handlinum landanna millum.
Tað eru framvegis fiski- og alivinnan, sum skapa tað mesta. Men umsetningurin og størvini í ferðavinnuni vaksa nú støðugt. Fleiri útbúgva seg í ferðavinnu, og tann møguleikin er batnaður við ferðavinnuútbúgvingini í Vestmanna.
Fyrimunurin við ferðavinnuni er, at ferðafólk mangan søkja til tey støð, sum ikki hava fingið so stóran lut í búskaparvøkstrinum. Og til ber at skipa ferðavinnutilboð – upplivingar, túrar og matstovur – allastaðni.

Og serliga matstovurnar – bæði tær smáu og tær altjóða viðurkendu – hava saman við ferðavinnuni veruliga tikið dik á seg. Fyri ferðavinnuna er tað bara ein fyrimunur, at siðbundin føroyskur matur nú lættari kann seljast. Eitt annað nýbrot hjá matstovu- og ferðavinnuni er, at vit ætla at broyta matstovulógina, so tað verður lættari at fara undir matstovuvinnu og skipa fyri tiltøkum.

Men ferðavinnan gevur eisini avbjóðingar. Náttúran er viðbrekin og má verjast, og tað sama má okkara siðbundni liviháttur og rætturin at ganga í náttúruni.

Tí hoyra ferðavinnan og náttúruvernd saman. Og nú kemur tiltrongda lógin, sum skal verja og varðveita náttúruna.

At hava náttúruna fyri eyga er eisini avgerandi, nú vit fara undir at seta fleiri vindmyllulundir upp. Málið er, at komandi børn skulu arva eina reinari náttúru enn vit sjálvi gjørdu – bæði á fjalli og í fjøru.

Longu um 7 ár skal helvtin av øllum sethúsum og bygningum hitast við grønari orku. Hetta krevur nógv, og vit arbeiða í tveimum sporum: Vindmyllulundir verða í næstum settar upp í Suðuroy og á meginøkinum. Hetta fer at trífalda vindorkumáttin.

Og samstundis mugu familjurnar fáast við í skiftið, bæði í mun til upphiting og ferðslu. Longu nú er vorðið nógv bíligari at velja grøna orku.

Grøn orka snýr seg um at hugsa nýtt og gagnnýta tað, sum er okkum gudgivið.

Hetta sama ger seg galdandi í landbúnaðinum. Vit skulu hugsa nýtt um tað, vit longu hava, og framleiða fleiri vørur; tað veri seg kjøt, mjólkarúrdráttir og grønmeti. Verandi lendi skal gagnnýtast betur, og veltast skal upp úr nýggjum.

Og nógvar fyritøkur vilja velta upp úr nýggjum. Tað er eitt glógvandi árræði í løtuni. Síðan vit gjørdu tað lættari at stovna íverksetarafeløg, eru fleiri enn 420 nýggj vinnu- og íverksetarafeløg sett á stovn, meira enn eitt hvønn gerandisdag. Vit vóna, at tey fáa ein lønandi rakstur og skapa arbeiðspláss kring landið.

Harra formaður

Familjurnar eru kjarnin í samfelagnum. Og tað, sum eyðkennir eina góða familju – sama hvussu hon sær út – er samanhald. At hvør hjálpir øðrum. At sterkastu herðarnar bera tyngstu byrðarnar, men so hvørt, sum børnini vaksa, verður ábyrgd løgd á tey.

Hetta kunnu vit eisini flyta yvir á samfelagið. Tí menningin er treytað av, at vit arbeiða saman. Um vit ikki gera okkara skyldu, men bara krevja, fer skjótt at vanta í.

Tí hevur júst samhaldsfesti verið eitt skjaldrarmerki hjá okkum frá fyrsta degi. Millum inntøkubólkar. Ættarlið. Og ymsu økini í landinum.

Tí byggja og menna vit húsarhaldsskúla í Klaksvík, miðnám á Kambsdali og nýggja útbúgving í list, sum partvíst verður í Sandoynni. Tí er ætlanin, at Strandferðslan fær avloysaraskip næsta summar. Og tí flyta vit fyrisitingina hjá Vága- og Norðoyartunlinum til Runavíkar á nýggjárinum.

Føroyar skulu vera eitt land. Fortreytin fyri hesum er, at vit síggja alt landið sum eina eind. Og einki knýtir landið so væl saman sum samferðslukervið.

Men samferðslukervið er slitið. Tørvur er á nógvum nýggjum tunlum. Tað má tó ikki vera soleiðis, at um vit ikki fáa fyrst, so skal eingin hava. Allir skulu gerast. Fyrst Hvalbiartunnilin, síðani tunlarnir norður um Fjall og síðani hinir. Hetta skal tó gerast við skili, og vit kunnu ikki gera allar í senn.

Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin fara at skapa møguleikar og styrkja bondini millum oyggjarnar og ymsu økini. Tað verður skjótt at koyra úr Húsavík til Haraldsunds.

Men serliga suðuroyingar verða tó framvegis uttan fyri stóra meginøkið.

Fólk og vinna í Suðuroynni stríðast fyri at skapa trivnað og vøkstur. Vit vilja standa saman við teimum. Tí vøkstur skal vera um alt landið. Smábørn í Suðuroynni skulu ikki vera við skerdan lut sammett við børnini í restini av landinum.

Ein serskipan fyri Suðuroynna er nýggja alilógin, ið fer at tryggja stórar íløgur og fleiri arbeiðspláss í oynni.

Nýggi Hvalbiartunnilin bøtir um møguleikarnar fyri vinnumenning og trivnaði, og hartil koma eftirskúli og útbúgving fyri námsfrøðilig hjálparfólk afturat.

Við átøkunum í Suðuroynni verða møguleikar og virði býtt javnari.

Harra formaður

Tað er ikki sosialar skipanir, vit hugsa mest um á føðideildini. Ei heldur, tá ið vit við fullari orku virka á arbeiðsmarknaðinum.

Tí var tað ein góð áminning, sum stjórin í eini av sterku alifyritøkunum, Hans Jákup Mikkelsen, gav okkum fyrr í vár. Hann greiddi frá, hvussu hann brádliga varð syftur av ovastu rók og endaði sum tann veikasti. Hetta kann henda okkum øllum.

Boðskapurin var hesin: Sjálvandi skulu vit við at rinda skatt hjálpa, har tørvur er. Afturfyri fáa vit hjálp, tá ið okkum tørvar hana.

Hesum taki eg undir við.

Tí eg kann bara ímynda mær, hvussu torført tað man vera, tá ið stóru dreymarnir á føðideildini við eitt verða knústir. Til dømis at vita, at barni ella maka tínum tørvar hjálp, men eingin hjálp er at fáa. Í onkrum førum megna karmarnir illa at rúma teimum, ið hava – ella fáa – serligan tørv.

Tí mugu vit broyta karmarnar. Tað skal vera rúm fyri okkum øllum í Føroyum.

Og tað fer til dømis at vera ein stór hjálp hjá nógvum familjum, tá ið higartil størsta sosiala bústaðarbygging stendur liðug. Komandi fimm árini eru 200 milliónir settar av til vardar bústaðir, nýtt Barnaheim og heim til børn og ung við autismu.

Børn og ung við ávísum sosialum- og sálarligum avbjóðingum – og familjur teirra – fara at fáa tiltrongda hjálp.

Tí víst eiga hesir borgarar eins stóran lut í føroyska samfelagnum og øll vit onnur. Tað er sagt so ofta, men nú verða tey raðfest.

Tí vit taka ábyrgd.

Harra formaður

Tá tú setur føtur undir egið borð, er júst ábyrgd eitt lyklaorð.

Ábyrgd av tær sjálvum. Av børnunum og makanum.

Ábyrgd av at forvinna, at tryggja tykkara støðu - men eisini ábyrgd av at rætta øðrum eina hond. Tí vit liva øll í samspæli við onnur.

Tá tú ert í einum samfelagi, krevur tað samábyrgd. Eingin kann sleppa sær undan.

Tað er eisini galdandi á uttanríkisøkinum.

Síðan tað gjørdist greitt, at Bretland fer úr ES, hava vit verið virkin. Tikið ábyrgd. Tveir bretskir ráðharrar hava vitjað seinasta árið og umrøtt framtíðar viðurskiftini millum Føroyar og Bretland.

Tað er eisini tí at vit taka ábyrgd, at vit hava fleirfaldað játtanina til neyðhjálp og menningarsamstarv.
Vit vita, at ynskini á føðideilidini neyvan eru eitt serføroyskt fyribrigdi. Foreldur um allan heim ynskja børnunum tað besta. Nú kunnu vit betur enn nakrantíð hjálpa teimum ringast støddu. Skjótt verður ein leistur klárur, sum tryggjar, at føroysk vinna, førleiki og vitan í størri mun verða gagnnýtt í menningarsamstarvi og neyðhjálp kring heimin.

Og tað er eisini tí, at vit taka ábyrgd, at vit eru farin undir at fremja integratiónspolitikkin. Tað búðu slakir 1300 útlendingar við øðrum tjóðskapi enn norðurlendskum í Føroyum við ársenda 2017. Hesir samborgararnir – og ikki minst børn teirra – mugu fáa møguleikar og eggjast til at virka í samfelagnum á jøvnum føti við føroyingar.

Tað er eisini at vísa ábyrgd at yvirtaka málsøki so hvørt, sum vit megna. Í dag er tað familjuøkið, og vit arbeiða við at yvirtaka loftferðsluøkið. Uppskotið um at yvirtaka kortmyndugleikan verður lagt fyri Løgtingið í næstum, og vit samráðast um at yvirtaka útlendingamál.

Tað hevði somuleiðis verið at tikið ábyrgd at samtykt okkara egnu stjórnarskipan.
 Stjórnarskipanararbeiðið fyllir skjótt 20 ár, og eg havi lagt stóra orku í málið alt valskeiðið, men 
tað hevur verið tungt.

Stjórnarskipanin er ikki eitt samgongumál. Hon er eitt mál fyri alt løgtingið og allar føroyingar. 
Tí má alt Løgtingið eisini vera við. Viljin hjá andstøðuni hevur verið avmarkaður, men eg fari kortini at tosa við formenninar eina ferð enn at vita, um grundarlag er fyri at arbeiða víðari.
***
Harra formaður
Tá ið vit á midnátt savnast til midnáttarsangin, savnast vit um mentanina. Hon er samfelagslímið, og hon minnir okkum á, at sama hvussu ósamd vit eru, so eru vit kortini eitt fólk. Tað hevur stóran týdning.
Men vit taka mangan mentanararbeiðið fyri givið. Í mun til fólkatalið eiga vit helst metnógv listafólk. Her heima fáa tey tó sjáldan tann heiður, tey eiga uppibornan.

Men nú hava tey fingið betri kor. Játtanin til Mentanargrunnin er økt, og skipanin við listafólkalønum tryggjar betri umstøður.

Fleiri filmsverkætlanir eru ávegis, og Filmshúsið er farið at marknaðarføra føroyskar filmar og Føroyar sum filmsland. Næsta stigið er at fyrireika eina tónleikaútflutningsstovu.

Størsti mentanarvarðin er kortini føroyska málið. Og tað má takast í álvara, nú enskt trokar seg inn við rúkandi ferð hjá okkara smæstu.

Tí er 2018 blivið »Ár fyri málmenning hjá børnum«. Ein rúgva av átøkum og verkætlanum er sett í verk. Millum annað Barnasangbók Føroya, sum í heyst verður latin øllum nýføðingum í vøggugávu.

Tí vit vita, at tá ið vit leita inn til kjarnuna, er tað familjan – børnini – sum er tað týdningarmesta.

Tað er løtan, tá ið foreldur á fyrsta sinni halda á barninum, sum gevur okkara politikki endamál og tyngd. Nú hava børnini framúr góðar møguleikar at mennast, skúlast og nýta síni evni í einum nútímans samfelagi, har tey seinni kunnu fara í vinnu – ta vinnuna, tey ynskja – og skipa familjuna – ta familjuna, tey ynskja. Um illa vil til, verða tey loftað, og á ellisárum verða tey styðjað.

Hetta er tað, politikkur nú snýr seg um. Fólk og familjur.

Kjarnuna í okkara samfelag.

Vit hava miðvíst arbeitt við at skipa Føroyar samhaldsfastar, sjálvbjargnar og tíðarhóskandi. Nú ræður um at halda á og halda fast, so vit ikki enda aftur í fortíðini og missa tað, ið vunnið er.

Tí vit síggja nú, at vit øll vinna, tá ið familjurnar hava tað gott.

Eg ynski øllum góða ólavsøku.

Gud signi Føroyar!

Aksel V. Johannesen
løgmaður