Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Røða í sambandi við 100 ára føðingardagin hjá Jenny Kruse

Á samkomu í EB húsinum í gjár, flutti landsstýriskvinnan fram røðu í sambandi við, at Jenni Kruse á Eiði fyllir 100 ár:

Góða Jenny, 

Hjartaliga til lukku við 100 ára føðingardegnum. Tað er mær ein stórur heiður at vera boðin við her í dag at hátíðarhalda dagin saman við tygum og familju, vinum og kenningum tygara, og tað takki eg hjartaliga fyri. Somuleiðis fari eg at ynskja allari familjuni hjartaliga til lukku við hesum stóra degi. Og samstundis tykkum, sum starvast her á Korndalsbýlinum og dagliga eru um Jenny, ynski eg eisini hjartaliga til lukku.

Hundrað ár! Tað setur veruliga tankarnar í gongd, tá mann fer at hugsa um, hvussu tað man vera at hava livað í heili 100 ár. Tað er torført – fyri ikki at siga ógjørligt – at ímynda sær allar hendingarnar og broytingarnar, sum tygum hava upplivað. Í 1915 hevði 1. verðaldarbardagi herjað í 1 ár, kvinnur fingu valrætt og Einstein uppfann relavititetsteoriina – hetta síðsta var neyvan nakað, ið ávirkaði gerandisdagin á Eiði stórvegis tá á døgum.

Í tygara lívsskeiði hava verið stórar samfelagsligar broytingar og menningin hevur verið stór. Trupult er at siga, hvør broytingin er tann størsta. Tankar um eina tíð, tá elektrisitetið ikki var komið til Føroyar, áðrenn vegir og tunlar bundu oyggjarnar saman, áðrenn frystiskáp og áðrenn liðugt gjørdar vørur vóru til keyps í handlinum. Ein tíð, áðrenn klokkur vóru á hvørjum skøvningi, ei heldur nakrar órógvandi fartelefonir, sum mangan merkir, at vit nóg illa geva teimum ans, sum vit eru í rúmi saman við.

Tankar um eina tíð, áðrenn orðið strongd var til. Tá spældu børnini frítt um tún og teigar, hóast ein partur av spælinum var at taka lut í tí arbeiði, sum tey vaksnu gjørdu.

Mær er fortalt, at tygum eru fødd og uppvaksin á Eiði, og at foreldur tygara vóru Jógvan Mørkøre í Króki og Anna Dorthea Poulsen úr Pálsshúsi. Tit vóru 10 systkin, so tað hevur ofta verið trongligt í Króki. Tygum fóru longu sum 13 ára gomul at tæna í húsi her á Eiði, og seinni fóru tygum inn á Strendur at tæna, og eitt skifti arbeiddi tygum á hvíldarheiminum í Havn. 

Á okkara døgum – við øllum hentleikum, er næstan óskiljandi at hugsa, hvussu stórar uppgávur kona, maður og børnini høvdu, og hvussu nógv tey greiddu úr hondum, fyri at lívbjarga sær og sínum.

Og einki at ivast í, at tað er munin lættari at halda hús í dag, enn tað var, tá ið tygum hildu hús fyri manni tygara Jóhan Sofus og børnini bæði Hans Erland og Anna Dorthea. Nógva arbeiðið mátti leggjast væl til rættis, skuldi gerandisdagurin hanga saman.

Tá var ikki møguleiki fyri at keypa liðugt gjørdan mat og klæðir, sum vóru klár at fara í. Allur maturin skuldi fáast til vega og tilvirkast. Sum vera man, var hvørki vaskimaskina ella uppvaskimaskina, og alt bleiv vaskað við hond og á vaskibretti. Harafturat bleiv hvørt klædnaplaggið vundið við hond og hongt upp á snór.

Tygum bera orð fyri at altíð hava verið bæði røsk og arbeiðssom, og hjá tykkum hevur altíð verið pláss fyri gestum bæði til kost og innivist – hetta var serliga neyðugt, tey árini Loransstøðin stóð í gerð. Tygum hava passað hús og heim alt lívið, líka til tygum fóru á Korndalsbýlið at búgva – og sum eg skilji, so høvdu tygum ikki hug at gevast við at hjálpa til, har tygum kundu – hetta vóru tygum von við frá barnsbeinum, og tá kann vera ringt at gevast, hóast aldurin og heilsan ikki longur er tann sama.

Í øllum arbeiðinum, sum tygum, saman við tygara samtíðarfólkum, hava útint, hava tygum lagt ein stóran arv eftir tygum, sum nútíðarsamfelagið kann heysta. Tygum kunnu sanniliga minnast og hyggja aftur á eitt langt og ríkt lív. Viðførið tygara við upplivingum, við lívsroyndum, við innliti, er á tremur. Hóast strævið lív, so kunnu tygum halda 100 ára føðingardag í dag.

Eg havi ómetaliga stóra virðing fyri tí stóra arbeiði, sum tygum og føroyskar møður hava útint, meðan menninir vóru í arbeiði og fingu til føðina. Sagt verður, at

arbeiðið hjá einari mammu var ósjónligt, tá tað varð gjørt, meðan øll løgdu til merkis, um mamman ikki gjørdi sítt arbeiði.

Hesi konubrot standa oftast í skugganum av monnunum, og teirra ævisøgur verða sjáldan fortaldar. Men Jenny, tykkara verk hevur lagt lunnar undir menningina av okkara samfelag. Og tað vilja vit siga stóra takk fyri.

Eg fari at enda við einum broti úr vøkru yrkingini eftir Hans Andrias Djurhuus, sum eg haldi hóskar so væl til tygum:

“Alt átti so friðarligt hvíldarlag –
Kvøldarhvíld eftir stravnan dag.
Sólin var farin um fjallaskarð,
tó enn stóð glæman og lýsti har”.

Takk fyri!

Annika Olsen,
landsstýriskvinna