Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Røða í samband við altjóða handikappdagur verður hátíðarhildin

Góðan dag øll somul, 

 Fyrst av øllum ein tøkk til tykkum fyrireikarar úr MBF, Ráðnum fyri brekað og Almannamálaráðnum, at eg havi fingið høvið at siga nøkur orð til hetta tiltakið, nú vit hátíðarhalda altjóða handikappdagin, sum verður í morgin.

Lagnan vildi, at beiggi mín sum 29 ára gamal misti annað beinið. Tað var ein trupul og hørð tíð. Missurin var ómetaliga svárur fyri hann og øll okkum, ið eru honum nær og vit stúrdu fyri hvønn veg tað fór at bera.

Læknar og onnur søgdu honum, at hann fór ongantíð at kunna ganga ordiligt aftur, at hann ongantíð fór at kunna ganga í fjøllunum, og fyri ikki at tala at renna og súkkla.

Men beiggi mín valdi at bjóða øllum av, bjóða lagnuni og bjóða lívinum av. Við einum beini hevur hann gingið í fjøllunum, gingið í ringasta brattlendi í Føroyum, hann súkklar, rennur, hevur luttikið í altjóða kappingum innan bogaskjóting – ja, hann hevur enntá smíða síni egnu summarhús. Fyri hann var tað ikki ein møguleiki at setast aftur

Tá eg eygleiði beiggja mín, hugsi eg viðhvørt, at fólk við skerdum førleika onkursvegna hava størri gávur enn vit onnur, tí tey duga betur at seta orð og gerðir aftanfyri lívsins møguleikar enn vit onnur.

Hetta er ikki bara galdandi fyri beiggja mín, men er eyðkennandi fyri flest øll eg veit um, sum bera brek og hava kropsligar avmarkingar – og um eina løtu fara vit at hoyra søguna hjá einari megnar kvinnu, Annika Lykke Dalskov, sum, má sigast, veruliga hevur bjóða lívinum og lagnuni av.

Hesa løtuna eg fari at halda røðu, ætli eg mær at nema eitt sindur við hetta at gagnnýta tær gávur, sum okkum eru givnar.

Øll eiga vit gávur, gaman í, men tíverri finnast bæði samfelagsligar, mentanarligar og kanska eisini andligar forðingar fyri, at vit sleppa at gagnnýta tær.

Ein hin størsta forðingin er manglandi viðurkenning.

Viðurkenning er eitt víðfevnt hugtak, men hon er avgerandi fyri okkara menning og sjálvvirði.

Um vit hyggja í tær tungu filosofisku lærubøkurnar, so er menniskjaligi tørvurin á viðurkenning tríbýttur: viðurkenning í mun til familju og vinir, tann løgfrøðiliga viðurkenningin, sum merkir at vit hava somu rættindi og skyldur sum øll onnur.

Tann triði luturin er tann sosiala viðurkenningin. Tað er í tí sosialu viðurkenningini at vit viðurkennast sum ein partur av felagsskapinum – at vit hoyra til úti í samfelagnum, so at siga.

Eg minnist eina gløgga og víðskygda kvinnu skriva soleiðis fyri nøkrum árum síðani í samband við at altjóða handikappdagin:

“Framtíðarvisjónin fyri flest øll fólk er at sleppa at útbúgva seg, fáa eitt starv, fáa sær tak yvir høvdið, familju og so framvegis. Eisini fyri fólk, sum bera brek”.

Tá setti hon orð á hendan týdningarmikla triðja lutin í viðurkenningini. Hon ynskti at vera virkin, at taka lut og geva sítt íkast til samfelagið. Og harvið eisini vinna viðurkenning í samfelagnum, sum hon ferðaðist í.

Tilknýti til arbeiðsmarknaðin er í dag hurð til at gerast ein partur av samfelagnum. Arbeiði er ein týðandi lutur í samleikanum og sum einstaklingur fært tú viðurkenning, tá ið tú arbeiðir. Fyri tann einstaka merkir tað, at tú følir at tú gerst mun, um tú arbeiðir og hevur hetta positiv árin á sjálvkensluna.

Somuleiðis er arbeiðsplássið eitt sosialt rúm, har tú fært vinir og kenningar, har tú skiftir orð og tankar við onnur. Tað er mennandi.

Eg fari ikki at siga, at tað øvugta ger seg galdandi, um tú ert uttanfyri arbeiðsmarknaðin. Men tá fært tú kanska ikki jaligu kensluna av, at vera partur av hesum felagsskapi.

Sum politikari hevur tú eina serliga skyldu og ábyrgd at arbeiða fyri, at øll - eisini fólk við breki – sleppa at uppliva at vera ein partur av tí, sum samfelagið hevur at bjóða.

Og lat tað verða sagt: Tað merkir ikki, at vit skulu einans “geva pláss” fyri fólkum við breki, men tað merkir, at vit skulu síggja tilfeingi og møguleikarnar hjá hvørjum øðrum.

Tí har er nógv at heintað, um vit megna at skapa eitt samfelag, har ymisleikin verður gagnnýttur.

Tað er á hesar grundsúlur, at nýggi lógarpakkin um arbeiðsfremjandi tiltøk byggir á. Lógarpakkin er ein týðandi liður í at skapa tað, ið vit rópa tann rúmliga arbeiðsmarknaðurin. Hugsjónin er, at rúm skal vera fyri øllum á arbeiðsmarknaðinum – eisini teimum, ið bera brek, hava sjúku ella hava sosialar trupulleikar.

Hugsjónin er, at “Tú kanst nakað og tú ert nakað”.

Vit hava ein hópin av úrmælingum, sum hóast sínar avmarkingar, hava rokkið ófatilig mál. Nú sigi eg “hóast sínar avmarkingar”, men hjá summum er avmarkingin í sær sjálvum orsøkin til at tey røkka tí ófatiliga.

Snøgt sagt, so elur avmarkingin fram ein ótroyttandi vilja, treiskni og treysti at bjóða lívinum av. At megna tað ómøguliga. Tað er hendan neistan vit skulu finna og tað er hendan neistan vit skulu eggja til og síðani byggja uppá.

Vit hava so ómetaliga nógv at læra av fólkum, sum bera hesar avmarkingar, nógv at læra av teirra lívsáskoðan, treysti, vilja og lívsgleði.

Fyri at venda aftur til nýggju lógina, so eru ymsar fyriskipanir, sum stuðla undir, at eisini tey, ið onkursvegna hava skerdan arbeiðsførleika fáa betri atgongd til at vera virkin á arbeiðsmarknaðinum og samfelagnum annars.

Eitt nú verður møgulig at fáa eitt sokallað tillaga starv, sum tekur støði í førleikunum hjá tí einstaka. Ein skipan sum fokuserar uppá tær sterku, sunnu og produktivu síðurnar hjá tí einstaka ístaðin fyri avmarkingarnar.

Næsta stig í reforminum verður at endurskoða læknaváttarnirnar, so vit fáa nakrar møguleikaváttanir ístaðin. Endamálið við hesum er at broyta orðaljóðið í váttanunum, so tað í framtíðini kemur at standa, hvat fólk eru før fyri at gera, og ikki sum í dag, hvat fólk ikki kunnu gera.

Hugsjónin er hin sama. Tú kanst nakað og tú ert nakað. Og við hesum vilja vit slóða fyri, at tú fær møguleikan at gagnnýta júst tínar gávur.

Tí tað er brúk fyri øllum góðum kreftum. Við øðrum orðum: Tað er brúk fyri tær.

Tað nyttar nakað hjá tí einstaka at luttaka aktivt, hóast tað er trupult. Við varsemi og virðing fyri tí einstaka skulu vit hjálpa fólkum við breki at taka fyrsta neyðuga stigið út í samfelagið. Og vit fáa tað tíggjufaldað aftur.

Tað er eisini við sorgblídni, at vit halda hendan dag. Tí dagurin er eisini ein áminning um ein, sum ikki ímillum okkum longur. Eg sipaði til hennara gløggu orð fyrr í røðuni og her at enda vil eg knýta nøkur orð aftrat til kvinnubrotið og lívsstykkið Leilu Solmunde.

Tað er tíverri ein av lívsins fortreytum, at summi eru meiri skerd enn onnur. Summi eru fødd inn í truplari umstøður enn onnur. Onnur bera brek, sum kunnu tyngja um gerandisdegin. Lívið er ikki líka lætt at liva hjá øllum.

Og um vit hyggja at býtinum av mótgongd, sum hvørt einstakt menniskja fer ígjøgnum, so er lívið ofta órættvíst. Men tað er ikki tað, sum er avgerandi. Tað snýr seg um okkara hugburð.

Tað hevur størri týdning, hvussu eitt menniskja ber sína lagnu, enn hvør hendan lagnan í veruleikanum er. ** Hesum hugburði var Leila Solmunde ímyndin av.

Við hesum orðum vil eg ynskja tykkum eina góða ráðstevnu.

Takk fyri!