Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Røða hjá Bjørn Kalsø, landsstýrismanni, á starvsfólkadegi á Fróðskaparsetrinum 18. november 2011.

Góðan morgun øll somul!

 Eftir at hava verið til arbeiðis sum landsstýrismaður í útbúgvingar-, granskingar- og mentamálum í tríggjar dagar, er tað mær ein stór gleði at kunna siga tykkum, at eg eri ikki sørt erpin av, at fyrsta vitjan mín í hesum starvinum er á Fróðskaparsetrinum.

Sjálvt staðið er ikki heilt fremmant fyri mær. Eg tók læraraprógv her á Læraraskúlanum í 1999, men tað var áðrenn menn fóru at tosa um bachelor og master og samanleggingar av fleiri lærustovnum.

Tíðirnar broytast, og man veit tíbetur lítið um, hvat framtíðin hevur at bjóða. Fyri 10-12 árum síðan droymdi eg ikki um, at koma aftur á Frælsið – sum landsstýrismaður.

Nú havi eg tikið á meg at røkja hesa risastóru uppgávu, og eg skal lova tykkum at gera mítt besta, soleiðis at vit koma víðari við tí setningi, sum varð skrivaður bæði í undanfarna og í núverandi samgonguskjali, – og sum boðar frá stórum ætlanum, tá ið tað snýr seg um hægri útbúgvingar og gransking.

Sigast kann um báðar samgongurnar, bæði ta farandi og ta komandi, at tær hava sett sær stór mál á útbúgvingar- og granksingarøkinum.

Hóast ringar tíðir hava vit seinnu árini megnað at ment okkara hægsta vitanarstovn. Nýggi bygnaðurin við einum rektara og tveimum høvuðsdeildum er komin undir land, nýggjar útbúgvingar verða fyrireikaðar, og Setrið er við í samstarvi um nógvar spennandi og viðkomandi granskingarverkætlanir, bæði innanlands og uttanlands.

Í januar 2011 varð tann fyrsti føroyski yvirskipaði granskingarpolitikkurin “Vitan & Vøkstur” samtyktur av Vísindaráðnum fyri tíðarskeiðið 2011-2015. Har verður lagt upp til, at eitt sterkt Fróðskaparsetur verður ein sjónligur miðdepil fyri útbúgving og gransking.

Nú verður løgd ein arbeiðsætlan fyri, hvussu vit fremja granskingarpolitikkin í verki, og hvørji 5-10 vakstrar- og granskingarøki, vit eiga at satsa uppá næstu fimm árini.

Tað er umráðandi, at tilknýtið millum vinnulívið og Fróðskaparsetrið verður styrkt, og at vinnulívið kennir størri ognarskap í hægri lestri og gransking, tó við virðing fyri tí granskingarfrælsi, sum ein lærdur háskúli eigur at hava.

Eitt av endamálunum hjá Fróðskaparsetrinum er at menna dygdina í undirvísingini og at skapa karmar um nýskapandi undirvísing, útbúgving og gransking.** Hetta eru høg mál, hetta tekur tíð og hetta krevur góð fólk.

Mál eru neyðug at seta sær, tíðin hevur alt at siga, og eg veit, at Fróðskaparsetrið hevur góð fólk.

Nú er at smíða, meðan jarnið er heitt. Og eg kundi hugsað mær, at við bæði einum nýggjum rektara og einum nýggjum landsstýrismanni – átti at borið til, at fingið nakað munagott burtur úr, hóast vit, sum tit vita, hava fíggjarliga avmarkaðar karmar.

Eg gleði meg at koma at vitja tykkum aftur fyri at kunna meg gjøllari um tykkara spennandi virksemi, soleiðis at vit í felag kunnu loysa uppgávurnar, sum liggja fyri framman.

Við vón um gott samstarv fari eg eisini at ynskja nýggja rektaranum á Fróðskaparsetrinum, Sigurð í Jákupsstovu hjartaliga til lukku við starvinum og takka honum fyri, at hann bjóðaði mær at koma út at heilsa upp á tykkum í morgun.

Góðan arbeiðshug! Takk fyri.