Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

RØÐA: FISKIVINNAN SKAL NÝSKIPAST TIL GAGNS FYRI ØLL Í FØROYUM

- Allir føroyingar skulu kenna ágóðan í einum sosial-liberalum politikki, har ið fría vinnan í rímiligan mun skal vera við til at fíggja rakstur og vælferð í landinum, segði Edmund Joensen, fólkatingsmaður, m.a. í røðu síni á landsfundi í Sambandsflokkinum í gjár

Her er røðan hjá Edmundi Joensen, fólkatingsmanni, á Landsfundi Sambandsfloksins í Løkshøll í Runavík í gjár:** Góðu áhoyrarar, góðu sambandsfólk – og góðu øll tit, sum fylgja við beinleiðs á netinum.

Fólkatingsmaður floksins skal, sum siður er, greiða frá arbeiði og virksemi í Fólkatinginum – og tað geri eg við gleði.

- - 

 Lat meg leggja út við einum sitati eftir amerikanska politikaran, Les Brown:

”Í hvørjum degi eru 1.440 minuttir. Tað merkir, at vit hava 1.440 dagligar møguleikar til at hava eina positiva ávirkan”.

Hetta minnir á, at fólkavald hava skyldu til at gera møguleikar til veruleika. Slóð skal ruddast fyri at gera tað liviligari hjá øllum í landinum. 

- - 

 Sambandsflokkurin á Christiansborg hevur, í hesum sama anda, latið gjørt eina analysu av fiskivinnuni. Hon er áhugaverd og vísir stórar møguleikar. Møguleikar, sum kunnu gerast til veruleika.

Analysan avdúkar, at tað – varliga mett – ber til at tvífalda føroyska fiskaútflutningin – við somu nøgdum av fiski sum nú.

Hetta er búskaparligt krút fyri Føroya land.

Útflutningsvirði Føroya er uml. seks milliardir krónur og hevur ongantíð verið størri. Men virðið kann kortini tvífaldast - um vit sum politikarar gera tað rætta.

- - 

 Analysan samanber Føroyar við Holland og Danmark.

Tað vísir seg, at hóast hollendska havøkið bert er uml. ein fjórðing av tí føroyska – og sjálvt um hollendingar í nøgd fiska ein triðing minni enn føroyingar – so hevur hollendski fiskaútflutningurin tríggjar ferðir størri virði enn tann føroyski!** Eisini danir fáa munandi meira burtur úr fiskinum enn vit.

Tí hóast danska havøkið ikki røkkur helvtina av tí føroyska – og sjálvt um føroyingar fiska størri nøgdir enn danir – so útflytir Danmark fisk fyri eitt virði, ið er hálva fjórðu ferðir størri enn útflutningsvirði Føroya!

Fyrraárið útfluttu Holland og Danmark fyri uml. 20 milliardir krónur í part.

Og stóra fiskivinnutjóðin Føroyar útflutti fyri 6 milliardir krónur.

- -

Tað er nakað rav-ruskandi galið í okkara skipan!

Og symptomini eru longu at síggja:

Ein stór føroysk fyritøka hevur sett seg niður í Týsklandi fyri at tjena pengarnar har – ikki her í Føroyum.

Og ein onnur stór fyritøka vil útflyta tilvirkaðan fisk úr Føroyum, men hon verður revsað við 50 milliónum krónum í tolli – árliga!

Hetta botnar alt í, at Føroyar verða fasthildnar sum rávøruútflytari til europeiska marknaðin.

Í samfull 40 ár hava vit staðið uttan fyri ES-garðin, meðan onnur hava roynt flogið og tjent pengar innanfyri.** Handilsviðurskiftini krevja stóran bata. Og longu fyri sjey árum síðani setti eg mær fyri, sum fólkatingsmaður, at kanna hjá ES, um tað man bera til at finna eina smidliga loysn fyri Føroyar.

Eg hitti tveir ES-kommisserar á máli.

Báðir lótu óformliga skilja, at av tí, at Danmarkar ríki hevur ES-limaskap, so eru helst møguleikar hjá Føroyum at koma inn um tollmúrin hjá ES – inn at tjena pengar – men uttan at missa ræðið á fiskivinnupolitikkinum.

Ábendingin er, at ”tað ber til” - sum Les Brown sigur.

Líka sum tað ber til hjá øðrum oyggjasamfeløgum. Fleiri hava fría atgongd til marknaðin men spæla sær ikki av við vald á avgerandi politiskum økjum.

Tíverri vilja ella tora føroyskir politikarar ikki eingang tala við ES um málið.

Og sum analysan vísir, so kostar tað samfelagnum milliardir hvørt ár.

Eg fari tí at heita á leiðsluna í Sambandsflokkinum, sum eisini er leiðsla landsins, um at tala beinleiðis við ES-nevndina um møguleikarnar.

Hugsið tykkum møguleikarnar fyri Føroya land, um útflutningsvirðið tvífaldast – ella meir!

- -

Hetta leiðir meg til nýskipanina av fiskivinnuni, ið so nógv verður talað um.

Málið um at tvífalda útflutningsvirðið eigur at vera sjálvt grundarlagið undir fiskivinnureforminum.

Tí hvat nyttar tað at tingast um fiskidagar, kvotur, tilfeingisgjald og uppboðssølu, um vit ikki frammanundan greitt siga, hvat ið samfelagið Føroyar vil við fiskivinnuni?

Farast skal eftir marknaðaratgongdini og inntøkunum.

Og fram um alt má ein fiskivinnureformur vera til gagns fyri Føroya land eins væl og fyri vinnulívið.

Allir føroyingar skulu kenna ágóðan í einum sosial-liberalum politikki, har sum fría vinnan í rímiligan mun skal vera við til at fíggja rakstur og vælferð í landinum.

Samfelags-lagkøkan kann blíva munandi størri enn í dag.

Arbeiðsplássini somuleiðis fleiri.

Nýggjar inntøkur.

Nýggir møguleikar.

Fólk, sum flyta heim aftur til Føroya at arbeiða og búgva.

Og – ikki minst – hallini í landskassanum skulu burtur og skuld gjaldast aftur.** Hetta ber alt til, um politikarar tora at gera tað rætta. 

- - 

Lat meg greiða nærri frá arbeiðinum á Christiansborg.

Sum flestu vita, arbeiðir Sambandsflokkurin á Christiansborg við at útvikla Ríkisfelagsskapin.

Hvønn dag menna og verja vit ríkisborgararættindi hjá føroyingum – bæði okkum, sum búgva her heima, og teimum mongu landsmonnum, sum búleikast í Danmark.

Vit vilja gera tað lættari og ómakaleysari at vera borgari í Ríkisfelagsskapinum.

Vit fara eftir úrslitum - og nøkur teirra skal eg nevna:

Beinleiðis úrslit eru komin burtur úr granskingarjáttanini á 10 milliónir krónur, sum Sambandsflokkurin á Christiansborg útvegaði Havstovuni fyri nøkrum árum síðani. Nú hava tilsamans fimm føroyskir granskarar avgreitt tríggjar PHD- og tvær POST.DOC-verkætlanir. 10 milliónir eru játtaðar afturat, og vit eru blivin betri før fyri at skilja havið, sum vit eru so bundin at.

Sambandsflokkurin á Christiansborg hevur fingið við í miðlaavtaluna millum Fólkatingið og Danmarks Radio, at dekningurin av Føroyum og Grønlandi skal STYRKJAST. Á tann hátt er vónin, at danskir lurtarar og hyggjarar fáa økt sína vitan um Føroyar og Grønland.

Saman við Johan Dahl, landsstýrismanni, hevur Sambandsflokkurin á Christiansborg trýst á fyri at loysa sonevnda dimittend-málið. Tað ER nú loyst, og nýútbúnir føroyingar kunnu nú fara til Føroya at leita sær eftir arbeiði – uttan at missa arbeiðsloysis-stuðul. Hetta skal vera við til at fáa fleiri útbúgvin fólk heim aftur at arbeiða og búgva.

Føroyingar í Danmark fáa nú barnapengar frá 2012 við AFTURVIRKANDI KRAFT, soleiðis sum Sambandsflokkurin og grønlendski flokkurin IA hava kravt. Ríkisborgarar úr Føroyum og Grønlandi hava tískil fingið aftur sama rætt sum aðrir borgarar í ríkinum.

Uppskotið um at gera tað LÆTTARI at flyta seg millum ríkispartarnar at arbeiða, lesa og annað – hetta við at burturbeina markaforðingar – er einmælt samtykt í Fólkatinginum. Okkara flokkur tók stigið til uppskotið, og stjórnin skal nú koma við einum katalogi yvir, hvat ið gerast skal.

Sum fólkatingsmaður havi eg stuðlað undir stovnanina av Felagnum Ríkisfelagsskapurin. Endamálið er at menna og varðveita ein væl virkandi Ríkisfelagsskap, og fólk eiga at umhugsa limaskap í felagnum.

Eitt av teimum FORVITNISLIGU úrslitunum er, at tað eru fingnar 10 milliónir krónur til vega til eina NÁTTÚRULUND við Streymin. Hetta er ein fólkslig verkætlan, har ið 70.000 trø skulu gróðursetast í einari lund, sum er ætlað at blíva til eitt frístað fyri børn, ung og tilkomin – føroyingar og útlendingar. Undirtøkan fyri projektinum er góð, og farið er undir fyrsta part av lundini.

Og verkætlanin frá undanfarna valskeiði – Saltsiloin á Drelnesi – sum er fíggjað við tilsamans 58 milliónum krónum, er há-aktuell. Nógv fólk eru í arbeiði og virka fyri at endurreisa siloina, sum skal takast í nýtslu um nakrar mánaðir. Saman við suðuroyingum gleða vit okkum til at síggja úrslitið og nýggja mentanarmiðdepilin.

Tað verður ov drúgt at nevna alt.

Tó vil eg siga, at okkara skrivstova á Borgini arbeiðir hart og miðvíst fyri at fáa ítøkilig úrslit burtur úr fólkatings-sessinum.

Tá saman um kemur, eru tað úrslitini, sum gera mun fyri føroyingar.

- - 

Sum eg síggi tað, hevur tað stóran týdning, at Sambandsflokkurin varðveitir umboðanina á Fólkatingi.

Vit eru mótvekt til loysingarkreftirnar. Tær arbeiða framvegis við einum heilt øðrum og óhepnum endamáli á Borgini.

Vit arbeiða fyri Føroyar í einum Ríkisfelagsskapi, sum útviklar seg.

Hesi bæði valskeiðini hjá mær á Christiansborg hava verið áhugaverd, og tað er ein stórur heiður at umboða Føroyar í Fólkatinginum.

Val er til Fólkatingið seinni í ár.

Leingi havi eg umhugsað, um eg eigi at mynstra av, ella um eg skal búgva meg út til nýggjan túr.

Eg eri komin til, at eg vil bjóða meg fram til at taka eitt seinasta tørn fyri Sambandsflokkin og fyri Føroyar á Christiansborg.

- - 

 Lat meg móti endanum ynskja Bárði á Steig Nielsen hjartaliga tillukku við næstformansstarvinum.

Bárð kenni eg sum ein álítandi, seriøsan og dugnaligan politikara og veruligan sambandsmann. Eg eri fullvísur í, at hann fer at gera eitt gott arbeiði fyri flokk, land og fólk.

Bárður Nielsen loysir Johan Dahl av sum næstformann. Johan ynskti ikki afturval og hevur boðað frá, at hann stillar ikki upp á komandi løgtingsvali.

Tað er ein erlig sak at taka seg aftur eftir lokið verk. Men her er nógv eftir at avrika hjá einum landsstýrismanni, sum fær væl burturúr. Tí fari eg at heita á Johan Dahl um at umhugsa sína avgerð av nýggjum. Flokkurin hevur brúk fyri góðum kreftum, og eg síggi fegin, at Johan tekur eitt tørn afturat.

- -

Til seinast vil eg vísa til eitt beinraki tiltak, sum aftur og aftur verður sagt og sannað.

Tað ljóðar nakað soleiðis:

”Við áliti ber alt til – men uttan álit gerst einki”.

Vert er at minnast, at álit er samanhangskraftin í politiskum flokkum.

Álit er eisini avgerandi í viðurskiftunum millum flokk og veljarar.

Takk fyri orðið og góðan landsfund.