Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Røða á hátíðarhaldi hjá SEV

Løgmaður bar fram røðu á hátíðarhaldi hjá SEV í samband við at nýggju vibndmyllurnar í Neshaga vóru tiknar í nýtslu.

Góðan morgun øll somul!

Vit munnu flest øll kenna orðini hjá Heðini Brú um, at vit búgva ikki í Føroyum av praktiskum orsøkum. Og so er. Náttúran er hørð og lívskorini hava ofta verið, og eru enn, tíðum truplum. Tó hava vit megnað at vunnið á teimum torføru umstøðunum og hava bygt eitt ríkt og framkomið samfelag á okkara oyggjum.

Orka er ein grundleggjandi fyritreyt undir einum framkomnum samfelag. Seinastu 100 árini hava fyrst kommunurnar, og síðan 1946 SEV, útbygt el-kervið og harvið lagt lunnar undir nútíðargerðini av føroyska samfelagnum.

Hóast SEV hevur mong ár á baki, er felagið framvegis virkisfúst og framsøkið sum ongantíð áður.

Í dag verður enn ein varði lagdur á leiðini hjá SEV. Tí hesar nýggju vindmyllurnar eru eitt frambrot.

Vindmyllurnar hóska serliga væl til føroysk viðurskifti. Tær kunnu framleiða streym í nógv størri vindstyrki enn fyrru myllurnar. Og við hesum myllum fer framleiðsla av streymi úr vindi væntandi at økjast við eini helvt.

Veðurlagið í Føroyum kann ofta tykjast strævið, summi vilja siga beinleiðis ófantaligt til tíðir. Tað er tó júst okkara veðurlag, sum er ein risa varandi orkukelda, og Føroyar eru væl egnaðar til at framleiða vindorku.

Mær er fortalt, at ein vindmylla í Føroyum framleiðir umleið 50 prosent meira enn ein vindmylla, sum stendur á landi í Danmark. Og ein vindmylla í Føroyum framleiðir nærum tað sama, sum ein havvindmylla. Tó til munandi lægri kostnað.

Føroyar standa eins og øll heimsins lond fyri stórum avbjóðingum á orkuøkinum. Vit eru í stóran mun bundin av oljunýtslu, og er hetta ein byrða - bæði fyri umhvørvið og búskapin.

Neyðugt er at taka stig – stór stig – móti at gera Føroyar til ein reinorkubúskap. Landsstýrið hevur sett sær sum mál, at í 2020 skulu meira enn 80 prosent av orkunýtsluni á landi stava frá varandi orkukeldum.

Hesar vindmyllur eru eitt týdningarmikið stig á leiðini. Og aðrar spennandi verkætlanir liggja fyri framman.

Í gjár var, sum kunnugt, royndarverkætlanin við Power Hub skipanini sett í verk. Talan er um nýggja tøkni, sum kann økja um møguleika at gagnnýta óstøðugu vindorkuna.

SEV arbeiðir við eini verkætlan um eina vindmyllulund. Gerst henda lund veruleiki, verður streymframleiðslan úr vindi fleirfaldað.

So eg eri sera spentur uppá, hvussu nýggju vindmyllurnar og hinar verkætlanirnar fara at roynast.

Landsstýrið, SEV og kommunufeløgini eru eisini farin undir eina umfatandi greining av, hvussu vit kunnu røkka málinum um ein reinorkubúskap. Arbeiðið verður liðug til várs. Eg gleði meg til at síggja úrslitið, og at partarnir fara at seta seg saman at viðgera, hvussu vit fremja tær neyðugu útbyggingarnar fyri at røkka málinum.

Eg vil at enda ynskja tykkum í SEV til lukku við hesum vindmyllum. Og nú vit tosa um vindorku, er gott høvi at bera tykkum heilsanina, sum føroyingar so mangan hava borið hvørjum øðrum, og tað er at ynskja tykkum: Góðan byr!

Takk fyri.