Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Robert og Símun 100 ár

Í sambandi við at J. Símun Hansen og Robert Joensen í ár høvdu fylt hundrað, varð skipað fyri heiðursløtu í Skúlanum við Ósánna leygardagin.

Gunvá við Keldu, borgarstjóri bjóðaði vælkomin og greiddi frá um tiltakið. Ingrið H. Dalsgaard, dóttir J. Símun Hansen greiddi frá um pápa sín – sama gørdi Magna Thomasen um pápa sín, Robert Joensen.

Jóan Pauli Joensen, professor, dr. phil. & fil.dr., greiddi frá um bókmentirnar hjá Robert og Símun og tann týdning, tær hava havt fyri sína samtíð og síðani.

Felagssangur, barnakór og 17 Sangarar var eisini á skránni. Alex Sólstein og Jógvan við Keldu greiddu frá um J. Símun Hansen og Robert Joensen, hvussu teir minnast hesar menn sum sínar starvsfelagar – Robert fór í 1941 í starv sum skrivari hjá Klaksvíkar Kommunu, og var hann har til 1982. Símun var lærari í Klaksvík frá 1950 til 1978.

Eftir framløgurnar varð boðið til ein kaffimunn, samstundis sum framsýningar við bókaverkum teirra vóru at síggja. Ljóð- og filmsbrot vóru eisini at síggja í skúlastovunum uppat miðhøllini í Skúlanum við Ósánna.

 Hesa vikuna verður ein partur av hesi framsýning eisini at síggja á Klaksvíkar bókasavni.

--------

Robert Joensen

Føddur 28. august 1912 í Klaksvík, sonur Jacob Joensen úr Gerðum og Súsannu Joensen úr Leirvík.

Robert var giftur við Petrinu Poulsen Jacobsen úr Klaksvík, og fingu tey tvær døtur Súsonnu og Magnu.

Sum átjan ára gamal fór Robert til Danmarkar at ganga í skúla og tók studentsprógv í 1935. Síðani fór hann at lesa guðfrøði. Robert var heima, tá ið 2. heimsbardagi brast á, og fór ikki niðuraftur. Í 1941 fór hann í starv sum skrivari hjá Klaksvíkar Kommunu, og har var hann til 1982.

Robert Joensen andaðist 19. mai 1997.

Umframt bøkurnar hevur Robert Joensen skrivað fleiri greinar, søgur og yrkingar í ymsum tíðarritum.

--------

J. Símun Hansen

Føddur 19. oktober 1912 í Klaksvík, sonur Hans Christoffer Hansen og Henrikku Sofie Joensen bæði úr Klaksvík.

Símun var giftur við Jóhonnu Margrethu Rasmussen av Kirkju, og fingu tey børnini Eyðfinn, Henrikku, Ingrið og Christian Martin.

Símun tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1938 og var lærari í Klaksvík frá 1950 til 1978. Eisini var hann blaðstjóri á Norðlýsinum frá 1955 til 1966.

Símun Hansen andaðist 3. januar 1986.

Kelda: www.klaksvik.fo