#Rita1tíma verður í næstu viku
Aftur í ár bjóðar KT-felagið øllum næmingum at forrita í ein tíma.#Rita1tíma er altjóða átakið Hour of Code, sum KT-felagið hevur tikið til sín, umsett til føroyskt mál og bjóðað út til fólkaskúlan. Tiltakið snýr seg í stuttum um, at allir næmingar skulu sleppa at royna at forrita. Hetta verður gjørt á stuttligan og læruríkan hátt í ein tíma.
Forritað verður millum 2. - 6. desember 2019. Man luttekur við at fara inn á www.rita.fo, velja eitt uppgávusett og forrita. Tilfarið er serliga ætlað fólkaskúlanæmingum.
Kapping
Í samband við #Rita1tíma tiltakið, skipar KT-felagið fyri kapping millum allar skúlaflokkar, sum luttaka.
Tað einasta, sum flokkurin skal gera fyri at luttaka er at senda eina ella fleiri myndir frá tí tímanum, sum tit forrita, til KT-felagið á industry@industry.fo.
Vinningurin er ein túrur í biograf fyri allan flokkin. – Seinasta freist at senda myndir inn er fríggjadagin 13. desember. KT-felagið trekkir lut millum øll, sum senda myndir inn mánadagin 16. desember.