Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

her er pláss eftir.

RISA BONKUR Í MIÐBÝNUM

Ein yvirvaksin bonkur stendur í løtuni uttan fyri kioskina hjá Astu í miðbýnum.

Barnabati við Djóna Eidesgaard á odda stendur fyri átakinum. Tey ynskja at vísa, hvussu børnini síggja heimin. Á henda hátt vil felagsskapurin vísa á, at tá vaksin taka avgerðir, skulu tey taka støði í barnsins tørvi.

- Hetta snýr seg um, hvat er gott fyri barnið, og hvussu avgerðir kunnu koma barninum til góðar, sigur Djóni Eidesgaard, aðalskrivari í Barnabata.

Bonkurin er umleið 0,8 x 3m, men tað forðaði ikki borgarstjóranum í at hjálpa til við at fáa sett beinkin upp á pláss seinnapartin.

- Tá vaksin sita á beinkinum, eru tey at meta sum eitt 2-3 ára gamalt barn. Somikið stórur er bonkurin. Eg haldi at hetta er ein øðrvísi og stuttligur máti at fáa boðskapin fram, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.

Endamálið við beinkinum er at lýsa, hvussu børn síggja heimin. Og júst hetta er kjarnin í grein 12 í barnarættindasáttmálanum hjá ST. Í hesum førinum verður tað so gjørt við stuttleika og forvitni

- Vit ynskja at varpa ljós á tørvin hjá barninum soleiðis, at øll tey við ávirkan á umstøðurnar hjá børnum geva sær fær um, hvat børn hugsa. Vaksin skulu lurta og virða barnsins sjónarmið. Og barnið skal altíð hava møguleikan at siga sína hugsan, sigur Djóni Eidesgaard.

Havnar Timburhandil hevur stuðla við tilfari, og fýra næmingar á tekniska skúla í Havn - undir leiðslu av Atla Poulsen - hava ment ætlanina og snikkað beinkin til. Bonkurin verður standandi bint við kioskina hjá Astu um høgtíðina, og síðani fáa vit at síggja, um bonkurin fær eitt verandi stað í býnum. - Tað er altíð umráðandi at seta seg inn í støðuna hjá øðrum – ikki minst tá vit tosa um støðuna hjá børnum. Tí haldi eg, at hetta er eitt stuttligt átak, sum eisini gevur okkum nakað at hugsa um, sigur Heðin Mortensen.

Ætlanin hjá Barnabata er at fáa sjónarmiðið hjá barninum inn í millum annað alla fyrisitingina í Føroyum soleiðis, at hon altíð setir seg inn í støðuna hjá børnunum, tá mál eru til viðgerðar. Í hesum førinum verður tað so víst við einum risa beinki.