Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ringmerktur skarvur

10. januar 2012 Tann fyrsti føroyski skarvurin (Phalacrocorax aristotelis) varð ringmerktur í 1931, men til dagin í dag eru bert 55 skarvar merktir í Føroyum. Enn eru ongir av teimum 55 fuglunum funnir uttanlands.

Í Noregi eru umleið 50.000 skarvar ringmerktir, og eingin teirra er funnin aftur uttan fyri Norskt sjómark. Bretar hava ringmerkt á leið 230.000 skarvar, og av teimum eru bert heilt fáir farnir til stroks. Teir hava millum annað leitað sær til Fraklands og Noregs, og 6 av teimum eru funnir aftur við Føroyar. Hesir vóru merktir: ein á Orkney, ein á Foula, tveir á Fair Isle, ein á Isle of May og ein á Farne Islands.

Tann elsti ringmerkti skarvurin, var merktur í Onglandi. Tá hann varð skotin, hevði hann havt ring um beinið í 30 ár og 7 mánaðar. Elsti skarvurin, vit vita um í Føroyum, varð funnin 20 ár eftir, at hann hevði fingið ringin um beinið. Hann varð sum ungi ringmerktur 4. september 1961 á Fair Isle, og varð funnin aftur í Føroyum 4. juli í 1981.

Skarvarnir í okkara grannalondum eru sum heild búfuglar, men hvørt teir føroysku skarvarnir eisini eru støðufastir, fáa vit bert at vita við at ringmerkja fleiri fuglar.