Ríkisfundur í Føroyum
Árligi ríkisfundurin verður í ár í Føroyum í døgunum 11. og 12. juni, tá ið teir tríggir stjórnarleiðararnir í ríkisfelagsskapinum, Lars Løkke Rasmussen, Kim Kielsen, og Aksel V. Johannesen fara at umrøða mál av felags áhuga.
Stjórnarleiðararnir við fylgi fara at vitja í Suðuroynni og Stóru Dímun. Farið verður til Suðuroyar við Smyrli mánamorgunin. Vitjað verður í Salt á Drelnesi, í kirkjuni í Fámjin, á Varðanum Pelagic á Tvøroyri og í gamla kongaliga einahandlinum. Seinnapartin verður flogið við tyrlu til Stóru Dímun. Um kvøldið er løgmaður vertur við døgurða í nýggju matstovuni Skeiva Pakkhús í Tórshavn.
Sjálvur ríkisfundurin verður við Leynavatn týsmorgunin 12. juni kl. 9.30, og tíðindafundur verður kl. 11.30. Grønlendsku og donsku gestirnir fara av landinum týsdagin seinnapart.
Løgmansskrivstovan.