Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ríkisfelagsskapurin fer ongan veg

Nógv verður í hesum døgum kjakast um tað, sum løgmaður segði á ólavsøku um ríkisfelagsskapin. Hann segði millum annað, at 15 málsøki eru eftir at yvirtaka sambært yvirtøkulógini, og hetta hevur helst givið mongum ta fatan, at tá hesi 15 málsøkini eru yvirtikin, so er ríkisfelagsskapurin farin í søguna. Men soleiðis er støðan ikki.

Grein 1 stk. 2 í yvirtøkulógini sigur nevniliga, at lógin fevnir ikki um málsøkini stjórnarskipan, heimarætt, hægstarætt, uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikk og gjaldoyra- og peningapolitikk. Hesi málsøki eru kjarnan í ríkisfelagsskapinum, og í teimum liggur sjálvur ”suvereniteturin”.

Vit kunnu yvirtaka øll málsøkini sum eru nevnd í yvirtøkulógini, men tað broytir ikki tey ríkisrættarligu viðurskiftini, tí suvereniteturin er ikki partur av hesi lógini.

Nýskipanaruppskotið í verki

Tá Sambandsflokkurin í 1999 gjørdi sokallaða Nýskipanaruppskotið, var hetta júst málsetningurin, sum seinni varð staðfestur við yvirtøkulógini. Sambandsflokkin skeyt upp, at øll málsøki skuldu kunna yvirtakast, uttan tey sum høvdu við sjálvan suverenitetin at gera.

Og har eru vit í dag. Tað at yvirtaka til dømis skipaeftirlitið og vitaverkið, fremur ikki nakran suverenitet.

Neyð lærir ongan at spinna

Tað er einki galið í tí, at yvirtøkur verða gjørdar eftir tørvi og førleika, men fíggjarliga hava yvirtøkurnar mangan verið ein vanlukka fyri Føroyar.

Í 1998 fóru politikarar at marknaðarføra hetta sum kallast ”sjálvberandi búskapur”. Vit skuldu ”standa á egnum beinum,” varð sagt. Men hvat er úrslitið? Um vit samanbera árið í ár við 1998, so kunnu vit bara staðfesta, at munurin millum landskassaavlopið í 1998 og undirskotið nú, er líka stórur (í talvirði) sum allur inntøkuskatturin var í 1998. Vit eru farin eitt heilt tátíðar skattaár eftir hali hvat sjálvbjargni hjá landskassanum viðvíkur.

Har kom einki ístaðin fyri tað mista – tvørturímóti. Vit fingu ongan sjálvberandi búskap, og neyðin lærdi ongan at spinna.

Ikki eitt mál, men eitt gott amboð

Fyri Sambandsflokkin hevur ríkisfelagsskapurin ongantíð verið eitt mál í sær sjálvum, eins og loysingin er tað fyri loysingarflokkarnar. Men hann hevur altíð verið eitt týdningarmikið amboð fyri at røkka málinum, sum er at menna føroysku tjóðina bæði stjórnarliga, fíggjarliga og mentanarliga, og eg haldi avgjørt ikki, at tíðin er farin frá hesum amboðnum.

Yvirtøkur sum bringuprýði

Tað er í lagið at gera yvirtøkur, um hesar kunnu vera við til at menna føroysku tjóðina stjórnarliga, fíggjarliga ella mentanarliga. Men yvirtøkur sum bara hava til endamáls at vera okkurt slag av dýrt keyptum riddarakrossi hjá politikarum, geva onga meining. - Vit hava sæð alt ov nógvar av teimum.

Helgi Abrahamsen

Løgtingsmaður