Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

RÍKISFELAGSSKAPURIN: Broytir oljan nú alt? Ov stuttskygt!

Í grein í Dimmalætting verður ført fram, at finna vit olju, kann hon broyta alt í viðurskiftunum Danmarkar og Føroya ímillum. Men hetta er ov stuttskygt, tí oljan verður bert løtuvinningur – um enn hann helst varðir nøkur tíggju-ár – meðan Ríkisfelagsskapurin hevur 600 ár á baki.

Í greinarøð í Dimmalætting seinastu tíðina hava nógv fólk, einahelst politikarar og tá serstakliga loysingapolitikarar, úttalað seg um Ríkisfelagsskapin.

Tað er mangan skelkandi at lesa, hvussu lítið loysingapolitikarar virða henda felagsskap, sum á mangan hátt eigur æruna fyri, at vit hava kunnað ment føroyska samfelagið til eitt vælferðarsamfelag og eisini fyri, at flestu politikarar við akademiskari útbúgving hava fingið sína útbúgving.

Vandamikil støða

Nú um dagarnar hevur so Heini Gaard, blaðmaðuir á Dimmalætting, grein hann kallar ”Oljan kann broyta alt”, har hann viðgerð, hvat kann henda, um vit finna olju í rakstrarverdum nøgdum. Og helst hevur hann rætt.

Tað er júst eini slíkari støðu, løgmaður ávarðar ímóti, sum kann øsa ein slíkan stemning upp, at vitleysar avgerðir verða tiknar til óbøtiligan skaða fyri føroyska samfelagið.

Hvussu longi varir eitt oljuævintýr?

Men oljan varðir ikki allar ævir. Ikki 600 ár, sum ríkisfelagsskapurin higartil hevur vart. Heldur ikki 150 ár, sum grundlógin hevur vart. Heldur ikki 60 ár, sum heimastýrislógin hevur vart. Helst ikki meiri enn eini 30 ár. Og hvat so?

Hvat gera vit, tá ið eitt møguligt oljuævintýr er av? Haldi, at vit, áðrenn vit fara at ímynda okkum, hvat vit skulu gera, um vit møguliga finna olju, eiga at viðgera, hvat vit gera, tá ið eitt oljuævintýr er av. Tá ið samfelagið er avskeplað av eini møguligari oljuvinnu, sum uttan iva kemur at forkoma flestu vinnum, vit í dag, saman við ágóðum í Ríkisfelagskapinum, liva av.

Eisini eitt gott samfelag hjá okkara eftirkomarum

Samfelagið skal eisini verða eitt gott samfelag hjá okkara eftirkomarum at liva í. Um vit vilja teimum væl, eiga vit at hugsa meiri langtsiktað. Tað er vert at viðgera í samband við greinarøðina um Ríkisfelagsskapin.

Johan Petersen