Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ríkið Grønland-Føroyar

Hvussu ber tað til, at teir flokkar í Føroyum, sum hava givið lyfti um at halda donsku grundlógina, eru bebbaræddir fyri at samstarv fæst í lag millum grønlendingar og føroyingar?

Her er bert ein hugsandi orsøk, og hon er, at teir afturfyri at ganga undir donsku grundlógina og fáa pening frá danska statinum reka tann politikk, sum hóvar donsku stjórnini. 

Danska stjórnin hevur alstóran áhuga í, at einki samstarv er Grønland og Føroyar millum. Fekst eitt slíkt samstarv í lag, misti danska stjórnin nevniliga allan rætt til at leggja upp í viðurskiftini í Grønlandi og Føroyum, og tað vil hon gera alt fyri at forða.

Tí hvat er veruleikin í hesum máli?
Í 1380 doyði Noregs kongur. Hann var sonur Hákun Hákunsson, sum var langabbasonur Sverra úr Kirkjubø í Føroyum. Ungi kongurin var áðrenn hann arvaði norsku krúnuna valdur til kong í Danmarkar ríki. Sum tíggu ára gamal var hann sostatt kongur í tveimum ríkjum. Norska ríkið fevndi um Grønland, Ísland, Føroyar, Hetland, Orknoyggjar, Samaland og tað av Noreg, sum var á skandinaviska nesinum. Í 1450 gjørdu norska og danska ríki ein sambandssáttmála, sum segði at tey høvdu hvør sína stjórn og at hvørki ríki kundi leggja uppí innanríkisviðurskiftini í hinum ríkinum. 

Í 1661 fingu ríkini nýggjar stjórnarskráir (grundlógir), sum millum annað søgdu, at ríkini ikki kundu deilast í fleiri partar.

Hetta forðaði tó ikki at Noregs ríki í 1814 við einum altjóða friðarsáttmála í Kiel var deilt í tvey ríki. Annað ríki, tað á skandinaviska nesinum, var latið Svøriki, men hitt ríkið var framvegis í javngildum ríkjasambandi við Danmark. Hetta ríkið fevndi um Grønland, Føroyar og Ísland. Í hesum ríki høvdu vit framvegis somu stjórnarskrá, sum bannaði at deila ríkið sundur í fleiri partar.

I okkara stjórnarskrá høvdu vit bjóðað kongi einaveldi og hann hevði tikið av hesum tilboði. Men 22. mars 1848 segði kongur, at hann ikki longur vildi hava hetta vald, og gav okkum valdið aftur. Nú skuldi hann útnevna ráðharrar, sum skuldu taka avgerðirnar og hava ábyrgdina av teimum. Kongur kundi ikki geva teimum nøkur boð um hvat teir skuldu gera. Gjørdi kongur tað og fekk hann ongan ráðharra at taka ábyrgdina av hesi avgerð, so mátti kongur leggja frá sær, og nýggjur kongur skuldi veljast. 

Kongur útnevndi eina stjórn fyri Danmarkar ríki tann 22. mars 1848, so nú var valdið, sum danska fólkið hevði givið kongi komið aftur til íbúgvarnar í Danmark.

Henda stjórn hevði ábyrgdina av, at kongsins ynski um at sleppa at stýra sambært stjórnarskránni (konstitutionelt) varð sett í verk. Hetta gjørdi hon eisini í Danmark við at fáa í lag ein tjóðfund, sum samtykti eina nýggja stjórnarskrá fyri ta donsku frá 1661 og skipa fyri demokratiskum valum í Danmarkar ríki.

Sambært sambandssáttmálanum vóru ríkini javningar. Tá kongurin hevði sagt, at hann læt tað valdið frá sær, sum danska fólkið hevði givið honum í Danmark, kundi hann ikki longur vera einvaldskongur í tí ríki, Danmark var í ríkjasambandi við. Kongsins boð vóru fullkomuliga greið og ikki at misskilja. Tá Danmark aftur fekk rætt til sjálvstýri, so fingu tey, sum búðu í hinum ríkinum tað eisini. Nú kongur hevði givið valdið frá sær kundi hann ikki gera meir við málið, tí nú høvdu ráðharrarnir ábyrgdina av at fylgja teimum reglum sum vóru galdandi fyri viðurskiftini í hvørjum ríki sær og ríkjanna millum.

Tí vóru tað nú teir ráðharrar, kongur hevði útnevnt fyri Danmark, sum høvdu ábyrgdina av at seta í verk kongsins boð um at hann í kongsríkinum Grønlandi, Føroyum og Íslandi gjørdist ein konstitutionellur kongur eins og í Danmark. Skyldan hjá donsku ráðharrunum var at útnevna eina stjórn av íbúgvum í Grønlandi, Føroyum og Íslandi, sum eins og danska stjórnin í Danmark syrgdi fyri at velja ein tjóðfund, sum gjørdi eina stjórnarskrá fyri ríkið Grønland, Føroyar og Ísland.

Tíverri hendi tað, at danska stjórnin ikki var kongi lýðin. Hon útnevndi onga stjórn fyri javningaríkið sítt. Kongur kundi einki gera, tí ráðharrarnir høvdu nú valdið, og teir vildu sleppa at ráða yvir tí ríki, sum eftir fólkarættinum var javnbjóðis við Danmarkar ríki.

Eitt sum teir heimildarleyst gjørdu av, var at bróta ásetingina í tí galdandi stjórnarskrá fyri ríki okkara, at tað ikki skuldi deilast. Tað fyrsta bragdið í so máta var, at teir gjørdu av, at Føroyar og Ísland skuldu koma undir ta donsku grundlógina, men ikki Grønland. Sum rættarstøðan var kundu teir hvørki loyva sær at viðgera tey trý londini í javningaríkinum sum tríggjar eindir. Men teir hildu fram við lógarbrotum sínum og lýstu donsku grundlógina sum stjórnarskrá í Føroyum. Hetta ber als ikki til, tí ein stjórnarskrá kann bert vera broytt ella avtikin við at tann myndugleiki í einum ríki, sum hevur vald at gera stjórnarskráir, ger broytingar í henni. Tað vóru tí bert grønlendingar, føroyingar og íslendingar, sum kundu avgera, at danska grundlógin skuldi gerast hægsta vald í Føroyum.

Í 1918 varpaði Danmark Ísland burtur úr ríki okkara uttan at hetta var samtykt av einum tjóðfundi, har grønlendingar, føroyingar og íslendingar høvdu viðgjørt hetta mál. 

Nú er veruliga støðan tann, at Grønland og Føroyar eru eitt kongsríki, sum er í ríkjasambandi við Danmarkar ríki. Danir hava við einum altjóða sáttmála givið okkum rætt til at stýra øllum okkara egnu viðurskiftum, so vit hava alt lóggevandi, útinnandi og dømandi vald. Vit hava sama rætt sum teir tá kongur skal veljast. Skulu avgerðir takast um uttanríkispolitikk og herundir kríggj, kann danska stjórin ikki taka slíkar avgerðir uttan at teir eru samdir við okkum.

Av tí at danir hava forðað okkum í at fáa okkara egnu stjórnarskrá og siga, at teirra stjórnarskrá er galdandi her, skipa teir fyri at velja umboð á fólkating. Teir valdu skulu geva eina hátíðarliga váttan um at halda donsku grundlógina. Afturfyri fáa teir løn. Hervið gerast teir ein partur av donsku politisku skipanini. 

Henda skipan hevur stóran áhuga í, at grønlendingar og føroyingar ikki samstarva. Tí ger danska stjórnin alt hon kann fyri at fáa illstøðu millum grønlendingar og føroyingar. Tá hungursstungnir føroyingar komu við dangum til Grønlands at fáa nakað av fiski, sum kundi bjarga teimum undan húsagangi, østi danska stjórnin grønlendingar upp við at siga, at føroyingar vóru eitt slag av norðmonnum, sum komu at stjala teirra land. Tá talað verður um, at vit áttu at fingið eitt felags ting valt fyri Grønland og Føroyar, so fáa føroyingar at vita, at vit eru ein minniluti í hesum ríki. 

Á henda hátt hevur tað higartil eydnast donsku stjórnini at forða fyri, at samstarv er komið í lag grønlendinga og føroyinga millum. 

Tað er greitt, at tað stendur hart á hjá donsku stjórnini í hesum máli, og hon ger sítt ítasta fyri at sleppa at halda fram við at sundurlima ríki okkara. Longu rómverjar søgdu: divide et impera. Fá split í hjá tínum mótstøðumanni, so tú kanst fáa ræði á honum. 

Tað ið skal til fyri at vinna okkara rætt er at viðurkenna veruleikan. 

Saman hava grønlendingar og føroyingar rættarkrav til at stýra øllum okkara viðurskiftum. Í ríkjasambandinum við Danmark hava vit javnbjóðis rætt til at avgera hvat ið henda skal í uttanríkispolitiskum málum. 

Velja vit at geva hátiðarligt lyfti um at halda donsku grundlógina, hava vit ongan rætt til nakað uttan tað, sum danska stjórnin av náði letur okkum fáa. Vit kunnu fáa tað sum teir kalla fyri kommunalt sjálvstýri, sum ikki hóttir valdið hjá donsku stjórnini. Tá kemur ikki upp á tal at Grønland og Føroyar sleppa at vera saman fyri at røkja felags áhugamál. 

Men nær kann hetta henda?
Fara grønlendingar og føroyingar av álvara undir samvinnu, er tað einki ið kann forða okkum í at velja ein tjóðfund, sum setur eina stjórn. Henda stjórn fær beinanvegin alt valdið frá donsku embætismonnunum. Hon hevur alt lóggevandi, útinnandi og dømandi vald. Tað fyrsta, hon kundi gjørt, var at avtaka lóg um val til fólkatingið, av tí at danska grundlógin jú ongantíð er samtykt í ríki okkara.
Hetta er sera einfalt og fullkomuliga lógligt eftir fólkarættinum. 

So kunnu vit vera formligir javnlíkar í ríkjafelagsskapinum við Danmark.

Hvussu leikur síðan fer er hult í framtíðar mjørka. Men sum er standa vit sterkir. Gott er hjá einum ríki at hava sterkar vinir. Sum er hevur heimsins sterkasta ríki, USA, eína stóra herstøð í ríki okkara. Saman eru vit tí knáir.

Nær kunnu vit seta hetta í verk?

Einki forðar fyri, at hetta kundi verið gjørt eftir einum ári.

Zakarias Wang