Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Rigmor Dam, landsstýriskvinna, á ársfund Norðurlandaráðsins í Reykjavík

Landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, fer í dag saman við løgmanni og øðrum landsstýrisfólkum á ársfund Norðurlandaráðsins, sum í ár verður hildin í Hørpuni í Reykjavík.

Umframt at taka lut í sjálvum ársfundinum skal landsstýriskvinnan m.a. á fund við  norðurlendsku mentamálaráðharrarnar. Saman við mentamálaráðharrunum úr Grønlandi og Íslandi skal Rigmor Dam á fund í Útnorðurráðnum. 

Á ferðini skal landsstýriskvinnan eisini hava fundir við aðrar ráðharrar eitt nú danska mentamálaráðharran, Bertel Haarder, og danska undirvísingarmálaráðharran, Ellen Trane Nørby. 

Hósdagin fer landsstýriskvinnan á fund við íslendska mentamálaráðharran, Illuga Gunnarsson, og íslendska kringvarpsstjóran, Magnús Geir Þórðarsson.

Landsstýriskvinnan verður hjástødd, tá ið norðurlendsku heiðurslønirnar, har Føroyar eiga ikki færri enn fýra tilnevningar, verða handaðar í Hørpuni í annaðkvøld.

Rigmor Dam kemur aftur til Føroya fríggjadagin 30. oktober.