Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hesa vikuna er Rigmor Dam, landsstýriskvinna, stødd í Washington D.C., har hon luttekur á søguligum politiskum fundi um gransking í Arktis. 

Granskingarmálaráðharrar úr 25 londum og umboð fyri upprunafólk í Arktis luttaka á fundinum í Hvítu húsunum, har tey skulu undirskriva eina felags fráboðan (Joint Statement) um samstarv um gransking í Arktis. 

Veðurlagsbroytingarnar raka allan heimin, men serliga meint viðbrekna umhvørvið í Arktis, har hitin økist meira enn aðrastaðni á jørðini, og ísurin bráðnar skjótari, enn vit áður hava givið okkum far um.

Avbjóðingarnar verða mettar at verða somikið umfatandi, at einki einstakt land kann loysa tær einsamalt. Tí er umráðandi, at samstarvað verður um gransking og vitanardeiling tvørtur um landamørk. Neyðugt er at virka saman fyri at skilja, hvat hendir, og hvørjar møguligar loysnir eru. Broyttu umstøðurnar geva eisini nýggjar møguleikar, sum kunnu gagnnýtast um rætt verður atborið.

Føroyar er partur av arktiska økinum, og við okkara stóra havøki hava vit sjálvsagdan áhuga at luttaka í hesum týdningarmikla samstarvi. Vit kunna geva restini av heiminum týdningarmikla vitan um støðuna í okkara land- og havøki, og samstundis kunnu vit sjálv fáa størri innlit í samlaðu kringumstøðurnar.

USA hevur formansskapin í Arktiska ráðnum, og tað er í hesum sambandi, at umsitingin hjá Obama forseta skipar fyri fundinum í Hvítu húsunum, har Rigmor Dam, landsstýriskvinna, eisini skal flyta fram røðu Føroya vegna. Umframt fundin verða atknýtt tiltøk og móttøkur.