Ridluskriði er ávístur á Skælingi
Boð eru givin um at fyribils má eingin seyður flytast úr rakta hagapartinum. Eigarin av seyðinum hevur sjálvur sagt teimum frá, sum hava seyð í grannahøgunum.
Sambært kunngerð er ikki loyvt at flyta livandi kleyvdýr millum oyggjar; tó ber til at søkja um undantaksloyvi til kleyvdýr at seta við ella til slátur.
Eingi undantaksloyvi verða fyribils givin til at flyta kleydýr úr Streymoynni.
Kanningar eru í gongd fyri at staðfesta um hetta snýr seg um klassiskan ridluskriða, sum kann smitta, ella um atypiskan ridluskriða, eisini róptur Nor98, sum ikki verður mettur at smitta. Úrslit av hesum kanningum eru avgerðandi fyri, um forboð móti flutningi av seyði stendur við og eisini um hvussu víðari verður farið fram.
Meira kunning verður løgd á heimasíðuna, so skjótt tað er staðfest, hvat slag av ridluskriða, tað snýr seg um.
Ynskjast nærri upplýsingar, er at seta seg i.s.v. Birnu Mørkøre, landsdjóralækna ella Oddjó Stovugarð, embætisdjóralækna.