Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ribbátur og kajak undir Bátafestivalinum

Spennandi nýtt verður á Bátafestivalinum á Toftum leygardagin 4. mai, sum er 15. bátafestivalur á Toftum. Í hesum sambandi er sjálvandi okkurt nýtt og spennandi á skránni.

Tíðindaskriv2

Fyrireikararnir av Bátafestivalinum hevur í hesum sambandi gjørt avtalu við “North Atlantic Xperience”, stytt NAX, sum kemur við teirra spennandi og skjóttgangandi ribbáti. Møguleiki verður at sleppa umborð at sigla styttri túrar á umleið 10 minuttir á Skálafjørðinum.

Børn og vaksin fáa eisini møguleikan at royna rógving í kajakk í bátahylinum.
Eins og undanfarin ár er Bátafestivalurin eitt tiltak fyri alla familjuna, har hugnin er í hásæti bæði við bátahylin og sjálvandi í og kring tjaldið á kaiøkinum.

Sí alla skránna fyri Bátafestivalin á Toftum leygardagin 4. mai HER .

Vælkomin á Bátafestival.

Fyrireikararnir