Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Reyða samgongan

Sambært sitandi fíggjarmálaráðharra so fær tað ógvusligar avleiðingar, um reyða samgongan sum væntandi er, kemur fram at valdinum komandi løgtingsval. Hækkaður skattur og og hækkandi avgjøld á fiskivinnuna verður sambært fíggjarmálaráðharranum avleiðingin um reyða samgongan vinnur komandi løgtingsval.

Spottarin kemur í spottarans stað verður ofta tikið til. Tí størsta avgjaldsveiðsla nakrantíð innan føroyska fiskivinnu, hana hevur tann føroyski fólkaflokkurin saman við sambandsflokkinum staðið fyri. Tað kemur helst at táttað út í móti 3/4 milliard sum fólkaflokkurin hevur tikið út úr fiskivinnuni hetta valskeiðið. Ístaðin fyri at lagt tað soleiðis tilrættis, at manningarnar vóru undantiknar, so bera føroyski fiskimennirnir sín stóra part av hesum avgjaldið.

Skattur hevur altíð verið av tí ónda hjá hesum flokki. Hinvegin so ristu teir ikki á hondunum, tá teir undan jólun í 2011 í óðum verkum tóku stig til at forskatta pensíónirnar hjá framtíðar pensionistum. Eitt tiltak sum er eitt eindømi í framkomna heiminum Og sum sambært altjóða fíggjarfrøðingum, so kemur tað at fáa álvarsligar avleiðingar seinri, tá hesin peningur skal verða við til at gjalda útreiðslurnar til heilsuverkið.

Eina milliard, ella 1000 milliónir hevur sitandi samgonga stolið frá framtíðar pensionistum tá hetta samgonguskeiðið er av. Men hvat ger tað, tá somu menn samstundis hava tryggja sær eina framtíðarpensión, sum somu pensionistar hava verið við til at goldið yvur skattin.

Ístaðin fyri at leggja upp til, at tær almennu íløgurnar vóru javnt býttar yvur alt løgtingsskeiðið, so skal alt ta almenna íløguvirksemi uppá kanska 1 milliard brennast av, nú tað stundar til løgtingsval um eitt gott ár.

Samstundis hevur privat vinnan bara í ár gjørt veldugar íløgur, bara fyri ar nevna Fuglafjørður Pelacic, Luna, Bakkafrostfyri kanska1/2 milliard. Bank Nordic ger í løtuni ein bygning sum kostar 1/4 miiliard.

Harnæst hava vit verið vælsignaði við, at grunnar okkara hava verið fyltir av havsins silvuri, sum hevur givið hundraðtals av arbeiðsplássum.

At vit við einum upphitaðum búskapi ikki hava sett spónin í, soleiðis at fiskivinnutjóðin føroyar framvegis skal dúva upp ein skjótt 40 ára gamlan rustaðan trolarar sum havrannsóknarskip, tað er heilt ófatuligt. At so sjálvur fiskimálaráðharrin haraftur sambært Kringvarpinum roynur at pína Havstovuna niður fíggjarliga, tað hevur ein ikki orð fyri. Eftir øllum vísutølum at døma, so skuldi allir møguleikar verið fyri, at nýliga framlagda fíggjarlóg skuldi javnviga, møguliga givið avlop. Var tað í nøkrum øðrum landið, at sami fiskimálaráðharri i nógv fylgjandi ár hevði sabotera byggingina av einum nýmótans havrannsóknarskipið, hevði hann langt síðan fingið sparki sum fiskimálaráðharri.

At fíggjarmálaráðharrin ferð aftaná lovprísar skattalættanum, og at hann hevur verið avgerðandi fyri góðu gongdina í samfelagnum, tað er tað reina bluff. 1 milliard, ella 1000 milliónir er ikki smápeningur, tá hugsa verður um, hvat í annars 1000 milliónir kundu verið nýttar til samfelagnumat at gagni. Kanska ein komandi samgonga letur teimun lágløntu milliardina frá forskattingini av pensiónunum aftaná komandi løgtingsval. 

  Frank Davidsen