Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Revsitiltøk mugu takast aftur áðrenn ES fær eygleiðarasess í Arktiska Ráðnum

Á fundi í Arktiska Ráðnum í morgin eiga Føroyar at leggja upp til, at hóttanin um ES-revsitiltøk ímóti Føroyum má takast aftur, áðrenn Europasamveldið fær støðu sum eygleiðari í Arktiska Ráðnum.

Tíðindaskriv:

- Hetta er ein góður møguleiki at greiða umheiminum og ES frá, at ein siviliserað loysn má fáast á ósemjuni um pelagiska fiskiskapin í Norðuratlantshavi.

Tað sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin, upp undir fundin í Arktiska Ráðnum í Kiruna í Svøríki í morgin.

Áhugin fyri Arktis er vaksandi, og stóri spurningurin á fundinum er, um ávís lond skulu fáa støðu sum eygleiðarar í Arktiska Ráðnum. Londini, ið vilja sleppa inn, eru Kina, Japan, Suðurkorea, India, Singapore og Italia. Afturat hesum londum vil eisini Europasamveldið hava eygleiðarastøðu í ráðnum.

- Sjálvandi er tað ein fyrimunur fyri fleirtjóða samstarvið, at stór lond við áhugamálum í Arktis koma upp í ráðið sum eygleiðarar. Men Føroyar, ið hava umboðan í ráðnum saman við Danmark og Grønlandi, eiga at kunna um, at tað er trupult at samstarva við Europasamveldið um Arktis og Norðurhøv, so leingi ES hóttir Føroyar við handilstiltøkum, sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður.

Nógv ymisk áhugamál eru við í politisku kabaluni, sum skal fáast at ganga upp, nú støða skal takast til eygleiðaralond í Arktiska Ráðnum.

Danmark hevur trupult við at samstarva við India orsakað av málinum um smuglaran Niels Holck. Russland er ikki fegið um at lata Kina sleppa inn til borðið. Kanada hevur trupult við at góðtaka ES sum eygleiðara, tí ES-dómstólurin fyri trimum vikum staðfesti avgerðina um innflutningsbann móti kópaskinnum, ið kanadiskir inuittar liva av at útflyta til Europa. USA hevur helst leiklut sum meklari millum Kina og Russland.

- Afturat hesum kemur so eisini ósemjan millum Føroyar og ES, og løgmaður eigur avgjørt at leggja dent á, at hóttanin um revsitiltøk mugu takast aftur, áðrenn ES fær eygleiðarastøðu í Arktiska Ráðnum, sigur Edmund Joensen.