Rentan er metlág og landskassin fær ágóðan
Rentan, sum Føroyar rinda í sambandi við lántøku, er minkað nógv seinastu átta árini. Landið kann tryggja sær eina lága rentu í fleiri ár, um landsstýrið tekur fleiri langfreistað lán.
Í 2011 var rentan av lánsbrævaskuldini hjá landskassanum í miðal 3,037%. Í 2018 rindaði landskassin bara ein triðing 1,068% í miðal í rentu av sínum lánum á 4,6 mia. kr. (Mynd 1). So nógv er rentan minkað, at lánsútreiðslurnar hjá landskassanum eru góðar 90 milliónir krónur minni, enn um rentan var á sama støði sum í 2011, og um skuldin eisini var tann sama.
Nú rentan er metlág er hetta eitt gylt høvi hjá landinum at taka langfreistað lán – tað eru lán, sum hava langa afturgjaldstíð. Hetta hevði tryggjað eina lága rentu, og harvið lágar lánsútreiðslur í nógv ár. Í løtuni eru lánini hjá landskassanum stuttfreistað, sum hevur við sær, at landið oftari skal út at endurfíggja.
Hóast stuttu lánini eru bíligari, kann hetta sum frá líður hava størri váða og størri lánsútreiðslur við sær. Hetta vísir Moody’s eisini á í seinastu kredittmetingini.
Stóra rentuminkingin seinastu árini er millum annað úrslit av lágum búskaparligum virksemi í evrulondunum (tey, sum brúka evru sum gjaldoyra), og at fleiri evrulond hava lutfalsliga stóra skuld.
Evropeiski miðbankin ECB heldur rentustøðinum niðri fyri at stimbra virksemið í evrulondunum og fyri at lætta um skuldarbyrðuna hjá mest skuldartyngdu evrulondunum. ECB hevur keypt lánsbrøv fyri stórar upphæddir. Hetta hevur økt um pengamongdina á evrumarknaðinum seinastu árini og soleiðis verður rentan trýst niður.