Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Rektor´s aften

Datt av í svinginum

Perlur: “Rektors aften”, er bara eitt av kritikkpunktunum hjá ríkisgrannskoðanini, ið staðfestir, at Birgir Kruse tiltuskaði sær pening, hann ikki hevði rætt til. Hann verður kravdur at gjalda alt aftur. Grein úr Oyggjatíðindum 2. mars 2005.

Oyggjatíðindi hava fingið innlit í frágreingina hjá Ríkisgrannskoðanini um Nordisk Journalistcenter og Birgir Kruse.

Grannskoðanin sigur, at nøkur viðurskifti í frágreiðingini eru tikin úr, tí tey ikki eru fevnd av almennum innliti, tí tey eru "persónlig".

Stutt sagt, sigur frágreiðingin, at rektarin hevur tiltuskað sær pening og drukkið ov nógv.

Vit fara eisini at royna at fáa fatur í frágreiðingini frá stýrinum til Nordisk Ministerråd, umframt ta internu og kritisku frágreiðingina um drukktúr til Skt. Pætursborg, sum Birgir Kruse eftir øllum at døma hevur roynt at hildið aftur.

Birgir Kruse kemur úr føroysku skipanini og onkursvegna sleppur hann framat í donsku skipanini. Den gik ikke. Danir er komnir longur enn til vina og kenningaveitslur, og grannskoðanin er beinhørð.Tað er einki sum eitur: ” Tað eru vit, tað ger einki”. Teir krevja at bókingar eru “up to date” og at skil eru í viðurskiftunum. Ongar bókingar vóru fyri tíðarskeiðið 10. - 27. september 2004. Hetta skyldaðist at rektarin og hansara varamaður luttóku á somu ferð.

Í slíkum førum eigur onnur forrætningsgongd at vera løgd til rættis frammanundan.

Eisini er galið við pensjónini hjá rektaranum.

Fyrsta frítíðarárið eftir starvssetan er pensiónin grundað á prosentpart av grundlønini.

Her er inngjalding av pensión til rektaran ikki minkað, sum hon eigur. Hetta verður kravt rættað.

Diæt-gjaldingar uttan grund

Rektarin hevdi upprunaliga lagt frítíðina frá19. juli til 13. august 2004.

Ferian var í Føroyum. Við telduposti breyt hann feriuna av tann 9. august 2004, og kunnaði skúlan um, at hann hevði fulla arbeiðsviku frá tíðarskeiðinum 9. - 13. august 2004.

Á skeiðinum “Verden set Ovenfra IV, fekk rektarin diæt og kompen-satión fyri býli, hóast hann búði privat.

Dugir ikki at leggja til rættis

Fíggjarliga loftið er sprongt í samband við ávís prosjekt, og hetta er í høvuðsheitum í fyrireikingar-fasuni trupulleikarnir koma í. T.d. hvussu ein integreraður transportur við flogfari til Íslands ikki bleiv sponsoreraður. Umleið. DKK 16.700 og klutur við DKK 18.500 frá ferðaskrivstovu. Her manglar neyðturvilig uppfylgjan.

Rektors aften

Stakroyndir eru gjørdir við høvuðsskeiðið 2004, tað fevnir um einar 8 vikur.

Her kallast ein útreiðsla Rektors aften, sum er eitt sosialt tiltak í byrjanini av skeiðnum.

Tiltakið var í upprunalíki ætlað at vera á skeiðsdeplinum, men bleiv síðani flutt heim til Birgir Kruse privat. Harvið eru útreiðslurnar vaksnar til eini 100 % til o.u. DKK 9.000. Útreiðsluskjølini vísa, at luttakarar eru, sum einki hava við skeiðið at gera.

Vit rokna við at hetta eru persónar úr “evstavaldinum” í tjóðveldisflokkinum, sum hava verið í veitslu hjá partíkammirátinum.

Harafturat eru útreiðslur í samband við matstovur í Århus, í samband við "Kulturweekend" i Århus.

Maturin er etin uttanfyri skeiðsdepilin og luttakarar eru, sum ikki eru á skeiðinum.

Grannskoðanin metir, at ársroknskapurin fyri Nordisk Journalistcenter bert skal vera tyngdur av útreiðslum, sum stovnurin og hansara virksemi hevur við at gera.

“Vi har derfor anbefalet, at de omtalte omkostninger gennemgåes nøje for identifikation af de andele, der ikke har relation til Nordisk Journalistcenter, og at der sker berigtigelse heraf inden udgangen af regnskabsåret”

Onnur viðurskifti

Manglandi sáttmálar við uttanseturs prosjektleiðarar.

Tvey dømi eru um prosjektleiðarar, sum ikki eru settir við sáttmála. Sostatt manglar grundleggjandi avtalugrundarlagið fyri aktivitetin og útreiðslunum, sum fylgja við.

“Især ved det løbende projekt for Nærområderne, er det vor vurdering, at der skal ske overholdelse af kontraktkravet, idet der er mange delprojekter involveret. Vi har anbefalet, at der snarest bliver oprettet de manglende kontrakter, hvilket Birgir Kruse vil drage omsorg for.”

 Alkoholpolitikkur

“I forbindelse med vor gennemgang af enkelte projekter har vi konstateret, et kursusevalu-eringen for kurset "Verden set Ovenfra IV" indeholder en kritik af det generelle daglige alkoholforbrug, herunder for kursusledelsen. I betragtning af Nordisk Journalistcenters status som en fællesnordisk institution med væsentlig berøringsflade til de nordiske nyhedsmedier mv. har vi anbefalet, at der bliver etableret en alkoholpolitik ved projektafvikling for at imødegå eventuel negativ omtale. Birgir Kruse vil i samarbejde med Audhild Solbø tage forholdet op for fremtidige projekter.”

 Álvarsamt bakkast fyri journalistikkin

Tá ið vit ímynda okkum at hesin stovnur skal leggja støðið fyri journalistik og avdúka gølur í norrønum samfeløgum, er hetta heilt langt úti.

Hesin skúlin skal uppala tey, sum skulu bera saklig og ófrávíkilig tíðindi til fólk.

Ístaðin var tað við Birgirsa hjálp, í ferð við at útvikla seg til nakað eksotiskt, ein kulinariskan eti og ballingarklubba. Minnir hetta um nakað her heima?

Relateraðir linkar til innihaldið í greinini:

http://journalisten.dk/instillet-til-fyring

http://journalisten.dk/fyret-og-forgyldt