Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Dan Klein, fer at gera spískar viðmerkingar til valið.

Reklaman tapti valið

Ongin veit hvussu nógv flokkar ella einstaklingar hava goldið fyri ráðgeving hjá reklamu- ella samskiftisfyritøkum. Men tað er heilt greitt, at hesin peningur kundi verið spardur, tí ongastaðnar í valstríðnum kemur til sjóndar, at hesin eksklusivi klubbur av “klædningum” hevur gjørt valevnini sjónligari. Tvørturímóti.

Ráðgevingin sýnist at vera, at øll skulu trunka seg saman í einum bólti, og so skulu øll í kór rópa sín boðskap út, og tann, ið rópar harðast, skal so ætlandi verða hoyrdur. Men ongin verður hoyrdur, og ongin verður sæddur, ella at øll verða sædd, men eingin kann peikast út, og øll hoyra  boðskapin, sum volapykk úr einum øðrum heimi.

Sjálvt í sjónvarpinum duga valevnini ikki at bera seg fram, sjálvt um tey her verða sædd av teimum, sum tíma, men áhugin er tíverri lítil, tí evnini sjáldan røkka.

Valevnini eru endaði í fiskatorvuprinsippinum, sum bara gongur út uppá, at krógva seg fyri rovfiskunum. Prinsippið við einum valstríði snýr seg hinvegin um, at seta seg sjálvan útum “kúluna”, og har verða sædur, at blotta seg.

Reklaman tapti so dyggiliga valið, sum eisini fer at vísa eitt skelkandi úrslit.

Dan Klein, blaðstjóri