Reisigildi seinnapartin á Boðanesheiminum
Reisigildi verður á Boðanesheiminum í dag kl 16, tá samkoma verður í matarsalinum á fyrstu hædd í byggistigi 4, miðskeiðis í bygninginum.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Halla Samuelsen, forkvinna í sosialu nevnd, fara at siga nøkur orð, umframt umboð fyri arbeiðstakaran Articon.
Aftaná fáa gestirnir høvið til at hyggja at bygninginum, síðan bjóðar Articon inn í stóra arbeiðsskúrin norðast á plássinum til ein bita og okkurt drekkandi.
Boðanesheimið er kommunalur stovnur. Á heiminum verða 64 búpláss, býtt í størri og minni eindir við setstovum. Onnur hentleikarúm eru eisini bæði til fysio- og ergoterapi, sansing, hárfríðkan og fótarøkt v.m, eins og alt uttanumøkið er partur av heiminum.
Boðanesheimið hevur egnan stórkøk og vaskarí. Starvsfólkaumstøðurnar eru góðar eitt nú við skiftirúmi, fundarhølum, skrivstovum og vaktarrúmum.
Nógv fólk og fleiri ymiskir fakbólkar koma at starvast á Boðanesheiminum. Væntast kann, at samlaða starvsfólkatalið verður umleið 80-90 alt eftir starvsbrøkinum.
Boðanesheimið skal handast kommununi tann 1. oktober í ár. Í løtuni arbeiða umleið 60 fólk við liðugtgerð av heiminum.