Reisigildi í Hoyvík
Tað gongur væl at byggja Hoyvíkshøllina út. Reisigildi var seinnapartin fríggjadagin, og væntandi verður arbeiðið liðugt á ólavsøku.
Bygt verður fram úr høllini, so betri pláss verður til virksemið.
Upprunaliga er Hoyvíkshøllin bygd sum venjingarhøll. Uppíbyggingin er góðar 500 fermetrar í trimum hæddum. Niðast verða tvey goymslurúm, í veghædd verða høvuðsinngongd við forhøll og toalettum eins og fýra nýggj umklæðingarrúm.
Ovasta hæddin er ætlað til ymisk endamál við fundarhøli og cafeteria við einum fram úr útsýni yvir Nólsoyarfjørð.
Í Hoyvíkshøllini er nógvur aktivitetur dagin langan. H71 heldur til har við sínum hondbóltsliðum. Síðani høllin kom fyri 10 árum síðani, er limatalið í felagnum vaksið úr 100 upp í 300 og útlit eru til, at tað fer at vaksa upp aftur meir. Annar ítróttur hevur eisini innivist í høllini.
Í hesum umfarinum verður allur skrokkurin gjørdur og meginparturin av veghæddini innrættaður til betri umstøður hjá ítróttafólkinum og áskoðarunum.
Í einum seinni umfari verður tað, sum eftir er av veghæddini, og alt loftið innrættað. Byggistigið, sum nú verður liðugt, kostar einar 6 mió krónur. J.K. Petersen ger arbeiðið og MAP-arkitektar hava teknað. Pætur Húsgarð stendur fyri samskipanini.
- Tað er ikki minst teimum góðu úrslitunum hjá H71 og tí dygga ungdómsarbeiðnum í felagnum fyri at takka, at kommunan er farin undir at gera umstøðurnar í Hoyvíkshøllini betri hóskandi til virksemið, sigur Jógvan Arge, formaður í mentamálanevnd Tórshavnar býráðs.