Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Reisigildi í Bátafelagnum

Nú í február vóru 16 ár síðan, at Tórshavnar Bátafelag varð stovnað. Tað vóru Kartni Olsen, Øssur Hjalt og Heðin Mortensen, sum einaferð í hálvfemsunum stungu høvdini saman um at stovna bátafelag, sum gjørdist veruleiki 21. februar 1998.

Í gjár var reisigildi í nýggja felagshúsinum við Kettustein í Vágsbotni. Og tað eru ikki smávegis hús, sum longu lata upp einaferð í mai mánaði. Á ovastu hædd verður advokatskrivstovan hjá Magnusi Petersen, á miðhæddini verður bátafelagið, og niðast verður spennandi matstova.

Høvuðsstuðlar í sambandi við húsið hava verið Tórshavnar kommuna, Statoil og Atlantic Petroleum, eins og Tórshavnar havn hevur verið ein hollur stuðul. Búsetur og Gunnar Grækarisson hava bygt, Kári Lamhauge og Oyvindur Brimnes hava verið ráðgevar og í bygginevndini hava sitið Jens Marius Poulsen, Johan Poulsen, Magnus Petersen og Kartni Olsen.

Tað er Gunnar Hoydal, sum hevur teknað húsini, Norðoya Sparikassi hevur fíggjað og Løvubetong hevur gjørt elementini, sum fingu nógv rós í gjár. Nevnast kann, at terrassur eisini verða gjørdar.

Borgarstjórin hevði gávu við til felagið í gjár. Leingi hevur verið tosað um trappuna millum Bátafelagið og Kaffihúsið. Fornfrøðin hevur verið uppá spæl her og Kettusteinur kemur at liggja beint undir trinunum. Borgarstjórin sjálvur loysti málið við at taka avgerð um, at alment toilett verður gjørt undir trappuni, og at kommunan so ger bæði toilett og trappu, sum fær navnið kettutrappan.

Inni er pláss gjørt til lyft, sum enn ikki var bíløgd. Her avdúkaði borgarstjórin, at av tí at lyftin verður alment gagnlig og kann brúkast til t.d., at fólk í koyristóli kunnu koyra inn í Vágsbotni og sleppa beint útaftur á Bryggjubakka í erva, so stuðlar kommunan eisini hesum arbeiði.

Bygningurin verður sera snotiligur, kemur at taka seg væl út og kemur sambært nevnd og ráðgevum at skapa nógv lív og nógvan hugna í Vágsbotni.