
Um okkara norðurlendsku grannar sleppa kravinum um framhaldandi at halda Merkinum á svartalista hjá ITF (International Transport Workers’ Federation), so eru føroysku manningarfeløgini til reiðar at lata samráðingarrættin frá sær fyri skip, sum eru skrásett í Føroyum, men har veruligi ognarrætturin er útlendskur.
Ingolf S. Olsen:
Tað varð greitt á fundi í Føroya Fiskimannafelag í dag, har NTF (Nordiska Transportarbetarfederationen) heldur ein av sínum regluligu fundum.
NTF-umboðini úr Noregi, Svøríki og Finnlandi komu til Føroya í gjár at halda fund og fara avstað aftur í morgin. Donsku og íslendsku umboðini fingu ikki verið við hesaferð.
Føroyska útspælið koma óvart á luttakararnar úr hinum Norðurlondunum, sum tó tóku væl ímóti útrættu føroysku hondini.
Ongin avgerð var tó tikin á fundinum í dag, har luttakaraskarin var nakað skerdur – hvørki donsku ella íslendsku umboðini fingu møtt – men málið verður tikið upp aftur í næstum. Møguliga verður ein NTF-fundur bara við hesum evninum.
Tó at tað er ITF, sum skal taka støðu til, um Merkið skal av svartalista ella ikki, so er støðan hjá norðurlendsku fakfeløgunum í NTF avgerandi, tí tað vóru tey, sum í síni tíð kravdu føroyska flaggið skrásett sum hentleikaflagg, FOC (Flag Of Convinience), og sum síðani hava blokerað allar royndir at fáa tað av aftur svartalistanum.
Tey bæði yvirmannafeløgini Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið eru ikki limir í norðurlendska NTF, men bara í altjóða felagnum ITF.
Fiskimannafelagið er hinvegin limur í NTF, og hevði boðið Annfinni Garðalíð, formanni í Føroya Skipara- og Navigatørfelaeg, at greiða frá støðuni, tí hann er talsmaður fyri FMU (Faroe Maritime Union), ið er samstarvsfelagsskapurin hjá teimum trimum føroysku manningarfeløgunum.
Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara- og Navigatørfelag, og FMU-talsmaður, greiddi NTF-luttakarunum frá føroysku støðuni, og vegna FMU bjóðaði hann teimum samráðingarrættin fyri skip, sum eru skrásett í Føroyum, men har veruligi eigarin er í einum av hinum Norðurlondunum.
Yvirmannafeløgini hava frammanundan litið systurfeløgunum í Norðurlondum í hendi at samráðast um sáttmálar fyri ávis skip, sum eru skrásett í Føroyum, men talan er ikki um eina generella skipan, og Føroya Fiskimannafelag hevur onga slíka avtalu gjørt.
Umframt at koma við tilboðnum um at sleppa samráðingarrættinum heitti Annfinnur Garðalíð vegna FMU á NTF um at arbeiða fyri, at ITF fer frá konsekvent at seta eitt heilt flagg á svartalista til heldur at svartlista einstøk skip, sum trupulleikar eru við.
Hann vísti á, at tað bert eru heilt fá FAS-skip ella skip, sum er leigað – bareboat-leigað – til Føroya, ið hava trupulleikar, tá tað snýr seg um sáttmálar og manningarviðurskifti annars.
Eisini hesa áheitan lovaðu NTF-umboðini at viðgera á einum seinni fundi.