Reinsaríið Skygd fingið nýggja umhvørvisgóðkenning
Reinsaríið Skygd hevur flutt sítt virksemið til Ánirnar og er hetta virksemi nú umhvørvisgóðkent.
Kemisk reinsing
Skygd er eitt kemiskt reinsarí. Klæðir verða reinsað við kolvetni í eini maskinu, sum endurnýtir kemisku evnini. Tá reinsingin er liðug verða klæðini turkað í somu maskinu. Maskinan hevur automatiskt turkikontrol, sum ger, at turkingin ikki steðgar fyrr enn minst møguligt av kemikalii eru eftir í klæðunum. Tá klæðini koma úr maskinuni, verða tey pressað, rullað og strokin.
Krøv og treytir
Undir viðgerðini av umhvørvisgóðkenningini er serligur dentur lagdur á, at umhvørvisdálkandi evni ikki verða leidd út í umhvørvið, á dálkingaravmarkandi tiltøk verða sett í verk um óhapp henda og at fyribyrgja heilsuskaðum av organiskum loysingarevnum.
Umhvørvisgóðkenningin setir millum annað treytir til innaneftirlit og handfaring og burturbeining av kemisku evnunum.