Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Reinsaða vatnið?

Havi nú í eina tíð hoyrt KVF tikið upp í saman um tað reinsaða Sandsvatn. Vildi ynskt at vatnið var reinari enn tað er, men tað minsta ein almennur miðil eigur at tryggja sær, er um sannaleikavirði styðjar endurtiknu útsagnirnar. Tað er munur á at flyta útsagnir, og at tryggja og treyta sær at tær eru eftirfarandi.

Fyri 13-14 árum síðani, setti táverandi stýri fyri Sandoyar Skúlasamband (Meginskúlin) við Eyðuni Viderø á odda, út í kortið at leggja frárenslið frá Meginskúlanum, sum áður hevði runnið í vatnið, í eina leiðing Traðarmegin vatnið og út í verandi kloakk á Sondum.

Skiftandi skúlastýri hava síðani arbeitt við at fullført rættiliga stóra og kostnaðarmikla arbeiðið. Síðsta stigið í hesum arbeiði, hendi í fjør tá Sandoyar Skúlasamband, útvegaði síðstu pumpurnar til at fullføra verkið. So nú fer einki frárensl frá Sandoyar Meginskúla í vatnið. So langt eri eg samdur, og tað er eitt bragd á leiðini.

Men at siga at vatnið er reinsað, er at gera ov nógv av. Fyri tað fyrsta, so eru mær vitandi ongar fakligar kanningar gjørdar sum stuðla uppundir útsagnirnar. Havandi í huga kanningarnar sum vórðu gjørdar fyri nøkrum árum síðani, er upplagt at gera sammetandi kanningar nú fyri at staðfesta eina møguliga broyting til tað betra.

Mær kunnugt er heldur einki virksemi farið fram, sum reinsar sjálvt vatnið.** Aðrar dálkingarkeldur?

Meirilutin sum í dag leiðir Sands Kommunu, legði til brots við greiðum setningi um at gera írestandi kloakkpartin, sum framvegis leiðir í Sandsvatn. Ein av boðskapunum, var at landið skuldi gera kloakkirnar. Men er veruleikin í dag ikki, at meirilutin í Sands Kommunu, ikki enn ikki hevur megna at steðga so frætt sum einari av verandi dálkingarkeldum í Sandsvatni? Uppgávan er ikki lítil, skal eg viðurkenna, men raðfestingin er ikki í trá við útsagnirnar.

Tað er skiljandi at politikarar royna at snúgva sær, tá teir vera settir til svars fyri ivasom lyftir. Men tað er óskiljandi at almenna kringvarpið sjálvboðið (ella teska í oyra) setur á pall nýggju klæði keisarans.

Páll á Reynatúgvu