Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Reinhaldið fekk Grønu gávuna 2013

Hetta er fjórða árið á rað, at matstovan Etika letur Grønu gávuna. Matstovan tekur 20 kr. fyri hvørja kannu av kranavatni, ið viðskiftafólk keypa. Hesin peningur verður savnaður saman, og einaferð um árið latin persóni, felagsskapi ella stovni, ið fremur eitthvørt serstakt til frama fyri einum betri umhvørvi.

Metingarnevndin, ið innstillar hvør skal fáa gávuna, er samansett av umboðum fyri Umhvørvisstovuna, Agenda 21-stovuna og Heilsu- og Umhvørvisdeildina hjá Tórshavnar kommunu.

Metingarnevndin sigur soleiðis í sínum úrskurði um Reinhaldið hjá Tórshavnar kommunu:

Tit eru ein býarmynd, ið er virkin uttandura nærum hvønn dag í árinum og í øllum veðri. Tit halda býin reinan, tí tit taka tað upp, sum onnur tveita frá sær, og beina tað burtur.

Tit eru sjónligir í tykkara yrki, og eggja øðrum borgarunum at geva umhvørvinum ans, og at varða um tað.

At rusk ikki sæst liggja og rekast, og fólk tí ikki ilskast um tað, er tí at tit røkja tykkara yrki til lítar.

Við virðing fyri tykkara yrki og tí stóra týdningi tað hevur, bæði fyri sjálvt umhvørvið og fyri trivnaðin í býnum, hevur metingarnevndin avgjørt at innstilla tykkum til at fáa hetta væl unta herðaklapp.

Metingarnevndin ynskir, at hetta kann vera við til at styrkja um sosiala trivnaðin á tykkara arbeiðsplássi, og framhaldandi økja um hugin hjá tykkum at mennast og trívast.

Grøna gávuna 2013 verður latin Reinhaldinum hjá Tórshavnar kommunu.