Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Reingerð nú eisini ein møguleiki í heimatænastuni

Politiskt samstarv og breiðar semjur í Tórshavnar býráð er vegurin fram at menna kommunala virksemi og vælferðartænastur til borgaran - hetta uttan mun til politiskan lit. Vit øll í býráðum eru vald politiskt at leiða og stýra somu kommunu, og ikki einari kommunu fyri samgonguna og einari fyri andstøðuna

Politiskt samstarv er vegurin fram fyri at fáa ávirkan, og eg vil fegin vera við til at ávirka og flyta okkara høvuðstað strategiskt fram á leið.

Síðani kommunurnar yvirtóku eldraøkið, hava vit alla tíðina kýtt okkum at betra heimatænastuna, og nú verður sett í verk enn ein nýggj tænasta, sum vit kunnu bjóða okkara borgarum í Tórshavnar Kommunu komandi ár.

Møguleiki verður nevnliga fyri komandi ár at fáa hjálp til húsliga reingerð til okkara eldru og meira og minni óhjálpnu borgarar, tí nú er sett av ein hálv millión krónur á fíggjarætlanini fyri 2019, júst til at styrkja hesa tænastu. 

Hetta er eitt úrslit av góðum politiskum samstarvi um fíggjarætlanina fyri 2019, sum eg taki undir við - grunda á, at meirilutin m.a. gekk hesum ynski á møti, nevnliga at játta pening til Menning av heimatænastuni.

Menning av heimatænastuni er eitt av teimun fokusøkjum, sum eg havi lagt stóran dent á og serliga, at vit kunnu veita reingerð til teir brúkarar, sum eru illa fyri likamliga og fíggjarliga, og einans hava fólkapensiónina at liva av.

Vit fara nú at menna hesa skipan, soleiðis at tað fyrst og fremst verða teir veikastu brúkararnar, sum fáa tilboð um hesa tænastu. Tað verða okkara fakfólk, sum koma at visitera og meta um tørvin í hvørjum einstøkum føri, t.v.s. slag og stødd á tørvi. 

Ein fíggjarætlan er grundarlagið undir okkara politisku málsetningum, raðfestingum og øllum okkara kommunala virksemi, og tí kann henda vera við til at flyta býin fram á leið. 

Sjálvandi eru tað mál, sum eg kundi ynskt at havt størri ávirkan á og broytt, men eg má eisini fyrihalda meg til politiska veruleikan sum m.a. verandi í andstøðu. 

Eg velji politiskt samstarv og ávirkan, heldur enn at stilla meg uttanfyri og onga ávirkan fáa.

Annfinn Brekkstein
býráðslimur fyri Sambandsflokkin í Tórshavnar Kommunu