
Reiðarafelagið fyri Farmaskip luttikið á aðalfundinum í ICS
International Chamber of Shipping umboðar altjóða shippingvinnuna
Mikudagin 10. mai og hósdagin 11. mai luttóku formaður og skrivari í Reiðarafelagnum fyri Farmaskip (RFF) á ársaðalfundinum í International Chamber of Shipping í Istanbul.
ICS er hitt týdningarmesta altjóða vinnugreinafelagið fyri hesa vinnugreinina og umboðar yvir 80 % av heimshandilsflotanum. Tað er eisini ICS, sum umboðar vinnugreinina mótvegis altjóða stovnum og felagsskapum sum t.d. IMO.
Fyri RFF er tað tí týdningarmikið at vera limur í ICS og at luttaka á neyðugu fundunum her. Hetta gevur møguleika at møta umboðum frá hinum 29 londunum í ICS, sum øll hava beinleiðis tilknýtið til shipping vinnuna í heimlandinum. Shipping er ein altjóða vinna, og tí má eisini føroyska felagið arbeiða á altjóða pallinum. Jens Meinhard Rasmussen, formaður í RFF, er nevndarlimur í ICS.
Í sambandi við aðalfundin gav ICS út ársfrágreiðing sína, sum sæst her. Her ber til at lesa um ymisk evni og avbjóðingar viðkomandi fyri shipping vinnuna, m.a. CO2 útlát, svávul í brennievni, flóttafólk í Miðalhavninum og sjórán.
Tað er eisini ICS, sum stendur fyri og gevur út Shipping Industry Flag State Performance Table, sum sæst her:http://www.ics-shipping.org/docs/default-source/resources/policy-tools/ics-shipping-industry-flag-state-performance-table-2016-17.pdf?sfvrsn=10