Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Reidar Nónfjall - fríkendur og reinsaður

Dómurin í sakarmálinum millum Reidar Nónfjall, fyrrverandi skúlastjóra á Føroya Handilsskúla og stýrið fyri Føroya Handilsskúla, varð kunngjørdur í Føroya Rætti í gjár, 25. juni 2015.

Tíðindaskriv:

Úrslitið frá dóminum varð, at Reidar Nónfjall varð púra fríkendur og vann hesa drúgvu sivilrættarligu sak, sum hevur staðið uppá í heili 4 ár.

Málið byrjaði fyri Reidar í juli 2011 við, at Mentamálaráðið og táverandi aðalstjórin Leivur Harryson, valdi at biða Landsgrannskoðanina um at kanna málið um samsýningar frá Føroya Handilsskúla til eina Bygginevnd, sum skuldu veita fakliga ráðgeving um innihald í skúlanum o.a. til tey, sum skuldu gera byggiskrá og prosjektera Skúladepilin við Marknagil.

Síðan kom Fíggjarmálaráðið og Lønardeildin upp í leikin og kravdi, at stýrið fyri Føroya Handilsskúla fór eftir stjórunum og kravdi partar av upphæddini aftur. Stýrið fyri Føroya Handilsskúla valdi at fylgja kravboðunum frá Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum og valdi eisini bara at krevja Reidar eftir samsýning. Samanumtikið varð sostatt bara 1 út av 10 stevndur, tá hugsað verður um øll, sum fingu samsýningar.

Stýrið fyri Tekniska Skúla í Havn valdi ikki at fylgja kravboðunum úr Fíggjarmálaráðnum, og tí valdi Fíggjarmálaráðið og Lønardeildin ístaðin at fara sjálv beinleiðis eftir stjóranum á Tekniska Skúla og noyddi hann at gjalda aftur. Eftir hesum dóminum at meta, er sera ivasamt um hetta er gjørt á røttum grundarlag – serliga tí, at málini líkjast rættuliga nógv. 

Dómurin er greiður og vísir m.a., at samtyktin hjá stýrinum fyri Føroya Handilsskúla um at veita samsýningar til Reidar vóru greiðar og at stýrið, við teimum upplýsingum um útgjald av samsýningum, sum alla tíðina hava fyriligið, tí ongan rætt hevur at krevja nakrar samsýningar aftur.

Í samrøðu við Útvarp Føroya ætlar Reidar at fara víðari við málinum og møguliga reisa endurgjaldskrav mótvegis teimum, sum standa aftanfyri hetta málið, eitt nú Snorra Fjallsbak, leiðara á Lønardeildini - hetta fyri almenna útspilling og ærumeiðing.