Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Rehabilitering til 1. viðgerð í Tingum í dag

Tað er í dag 13. november, at lógaruppskotið um broytingar í sjúkrahúslógini og av hugtakinum rehabilitering (endurmenning) kemur til viðgerðar í Løgtinginum, umframt setan av samskipara til sjúklingar. Eisini kemur til viðgerðar uppskotið til samtyktar um at gera eina menningarætlan um rehabilitering fyri Føroyar


Endamálið við broytingunum í sjúkrahúslógini er m.a. at fáa broytt heitið endurvenjing - sum er sera avmarkandi - til rehabilitering (endurmenning). Rehabilitering er heitið fyri endurmenning, sum er altjóða heitið, ið hevur við sær, at tað framyvir verður tikin hædd fyri bio, psyko, sosialu støðuni hjá einum sjúklingi. Eisini er ætlanin, at longu komandi ár, skal rehabiliteringin styrkjast við at seta samskipara at taka sær av teimum heildartænastum, sum tann sjúkuraktið hevur tørv á í longri tíðarskeið og harvið avlasta tey avvarðandi.

 

Í uppskotinum um løgtingssamtykt verður heitt á Landsstýrið um at gera eina menningarætlan um rehabilitering og lagt verður upp til at gera eina rehabiliteringslóg. Til at gera hetta greiningararbeiðið, verður mælt til at seta ein arbeiðsbólk við umboðum fyri allar avvarðandi fakbólkar, ein politiskan fylgibólk o.a.

Verða uppskotini samtykt, so verður tað framyvir tikin hædd fyri tvørfakligu heildarstøðuni hjá sjúklinginum, samstundis sum dygdin á rehabiliteringini verður munandi betri.

Heitt verður á avvarðandi áhugabólkar um at fylgja við viðgerðini í Løgtinginum og gera sína ávirkan galdandi yvirfyri politisku flokkunum.

Sambandsflokkurin