Regnaði við grønmeti, eggum og yogurt omanyvir tey fólkavaldu
Mótmælisfólk í íslandi eru sera ónøgd við við politisku viðgerðina av fíggjarliga niðurtúrinum. Og tað kom til sjóndar leygardagin.
Tað, sum regnaði omanyvir politikararnar á veg inn í Altingið í Reykjavík, var ikki tað, sum veðurfólkini vanliga spáa um. Men tað var praktiskt at hava eina ”paraply” við hondina. Politiska skipanin var á veg í kirkju í samband við, at tingið kom saman.
Altingsmaðurin, Arni Thor Sigurdsson, varð raktur í høvdið av einum eggi og koppaði. Hann mátti hava hjálp frá starvsfeløgum, at kom aftur á beinini, sambært
http://www.mbl.is/frettir/innlent/2011/10/01/eggjum_kastad_i_thingmenn/
skrivar NRK.no
http://www.nrk.no/nyheter/verden/1.7816378