Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Reglur fyri fýrverk og vegleiðing

Ung fólk eiga at hyggja at og njóta fýrverk í tryggari frástøðu og halda trygdarásetingarnar fyri at brúka stjørnukastarar. Bara vaksin fólk eiga at handla við fýrverki og festa í fýrverk.

Tey eiga eisini at síggja til at beina fýrverkið, tey hava brúkt, trygt burtur.

• Legg fýrverkssýningina hjá tær væl til rættis, so at hon er trygg og gleðilig.

• Hav fýrverk í stongdum kassa og brúka tað eitt í senn.

• Les og fylg leiðbeiningini á hvørjum einstakum fýrverki og brúka lykt um neyðugt.

• Fest í fýrverkið eina armslongd frá kroppinum við tendrara og far eitt sindur burturfrá.

• Halt beran loga og sigarettglóð burtur frá fýrverki.

• Far ongantíð aftur til eitt fýrverk, sum fest hevur verið í einaferð.

• Koyr ikki fýrverk í lumman og blaka tað aldri frá tær.

• Bein alt rakett-fýrverk trygt burtur frá áskoðarum.

• Brúka ongantí petroleum ella bensin til at kynda bál við.

• Tryggja tær, at allur eldur er køvdur, og at umhvørvið er vandaleyst, áðrenn tú fert.

Vegleiðing til at skipa fyri fýrverki, soleiðis gert tú...

Áðrenn tú leggur sýningina hjá tær til rættis, eigur tú at hava fingið avtalu í lag við tey fólkini, sum skulu festa í fýrverkið. Tey eiga ikki at vera meira enn 3 fólk við 1 persóni sum leiðara. Fýrverksliðið eigur at hava royndir við at skjóta fýrverk og eigur at hava góðan kunnleika um trygdarspurningar. Fyrireika teg væl, so tú fært eina spennandi og litríka uppliving.

• Ger tær eitt skothandrit – ger av hvat fýrverk tú ætlar at skjóta, nær og í hvørjum sambandi.

• Byrja við hørðum skotum, minka síðani larmin, skjót tað, tú hevur av rakettum og tílíkum, í luftina, far síðani niður á jørðina aftur og enda við flottum fýrverki.

• Byrja á fremsta plássi, fest síðani í tað smáa og halt fram við rakettum og skotum. Skift til ymiskt annað fýrverk við braki og litum.

• Fylg leiðbeinilngini væl og virðiliga.

• Skipa fýrverkið í dagslýsi og les leiðbeiningina minst einaferð afturat, áðrenn tú skjýtur.

• Hav lummalyktina hjá tær, so tú sært at lesa leiðbeiningina, so hvørt tú festir í.

• Hav nóg mikið av timbri til støðufýrverk, sumt eigur at verða neglt á eitt nú steyrar og tílíkt.

• Hesar reglur eiga at verða fylgdar í øllum førum, tá ið fýrverk verður skotið til tess at fyribyrgja øllum óhappi.

• Brúka bara útskjótingarrør til rakettir – brúka ongantíð mjólkarfløskur ella spannir og set ongantíð rakettir beint í jørðina.

• Ikki brúka svávulpinnar ella tendrara til at festa í fjúsið. Brúka bara vatntryggar svávulpinnar til at festa í fýrverk á havnarlagnum.

• Lat ongan sleppa at roykja, har tú ætlar at skjóta fýrverk.

• Tá ið tú leggur til rættis, eigur tú at vita, hvussu langt eigur at vera ímillum hvønn einstakan fýrverkslut.

• Brúka ikki fleiri skotrør enn tað, sum er mælt til í leiðbeiningini.

• Set fýrverkið upp í minsta lagi 30 minuttir áðrenn skotið verður og tryggja tær, at økið er væl vart fyri óhappi ella atgerð.

Legg plastposar út yvir fýrverkið til tess at verja tað fyri regn og døgg.

Eftir fýrverkið

• Halt áskoðarum frá trygdar-, skot- og geislavirknum øki, til tað er ruddað.

• Bíða til fýrverkið er skotið, áðrenn tú fert eftir tí, sum eftir er at óskotnum fýrverki ella miseydnaðum skotum.

• Tú kanst koyra kølnað fýrverk í ruskílatið.

• Miseydnast skot, far so av økinum minst 30 minuttir, áðrenn tú fert eftir tí. Eini góð ráð eru at koyra tað í vatn. Brúka handskar og verjubrillur og halt fýrverkið eina armslongd frá kroppinum, tá ið tú festir í fjúsið.

• Tak ikki miseydnað skot úr skotrøri. Koyr vatn í rørið og lat tað vera har til dagin eftir og tak tað síðan burtur tá.

• Far aftur á staðið dagin eftir og vita, um alt er í lagi