Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Regin Berg settur sum fakfelagsráðgevi

Fakfelagssamstarvið hevur sett 26 ára gamla Regin Berg í tíðaravmarkað starv sum ráðgeva fyri tey fimm fakfeløgini, ið mynda samstarvið. Verkætlanarstarvið er ein týdningarmikil liður í at styrkja, menna og sameina føroysku løntakararnar 

Tíðindaskriv frá Fakfelagssamstarvinum:

Fakfelagssamstarvið, sum umfatar Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Føroya Lærarafelag, Føroya Pedagogfelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag og Starvsmannafelagið, tekur nú lógvatak.

Feløgini hava avgjørt at seta Regin Berg sum ráðgeva í eitt verkætlanarstarv, har fyrstu strikurnar verða settar til eitt enn tættari og meira effektivt samstarv millum tey fimm feløgini, ið umboða tilsamans einar 6.000 løntakarar á føroyska arbeiðsmarknaðinum.

Sjey umsøkjarar vóru til verkætlanarstarvið, sum í fyrstu syftu er ætlað sum eitt fulltíðarstarv í eitt hálvt ár.

Regin Berg er útbúgvin stjórnmálafrøðingur frá lærda háskúlanum í Aberdeen og leggur í løtuni seinastu hond á útbúgving sum master í lóg á Føroya Fróðskaparsetri. Hann hevur royndir sum blaðmaður, m.a. sum blaðstjóri á blaðnum Fjølnir. Eisini hevur hann verið virkin í studentapolitikki og hevur verið formaður í Meginfelag Føroyskra Studenta.

Starvið, sum Regin Berg nú tekur við er nýtt og spennandi.

Yvirskipaða endamálið er at arbeiða fyri at fremja útvald, felags áhugamál hjá limunum í teimum fimm fakfeløgunum, ið mynda Fakfelagssamstarvið.

Ráðgevin skal m.a. greina samfelagsmál, sum hava týdning fyri fakfelagsrørsluna og løntakaran. Hann skal vera sparringspartnari hjá feløgunum at menna strategiir fyri fakfeløgini og at menna og útinna kunningarætlanir.

Enn er alt í eini byrjan. Hugsanin er, at ráðgevin, í samstarvi við leiðsluna í feløgunum, skal velja og nágreina hvørji mál, tey fimm feløgini kunnu vera saman um og hvussu hetta kann vera gjørt.