Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Regatta 2012 á Havnina fríggjadagin

Fríggjadagin 6. juli 2012 umleið um middagsleitið koma gomlu træskipini á Havnina í sambandi við Regatta 2012. Skipnini leggja at við Bursatanga. Farið verður víðari umleið kl. 14.

Talan er um hesi skip, sum koma av Klaksvík til Havnar: Westward Ho, Jóhanna, Norðlýsið, Dragin, Thorshavn, Brimnes, Fram, Høgna Jákup, Norðan og Heimdal.

Tað er Felagið Føroysk Træseglskip, sum skipar fyri Regatta 2012, og Tórshavnar kommuna skipar fyri móttøkuni fríggjadagin á middegi.

Hugnaligt tiltak verður við Bursatanga, har kommunan skipar fyri tónleiki og fólk kunnu fáa ókeypis pylsur, kaffi og køkur. Borgarstjórin tekur ímóti og heldur røðu fyri manningunum.

Regattain heldur fram umleið kl 14, tá skipini fara av Havnini suður til Sands, haðan tey seinni fara suður til Vágs.