Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Realkredittstovnurin - hví fígging av fiskasølu?

Edmund Joensen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur á tingfundinum í dag 13. februar, sett Aksel V. Johannesen, løgmanni, ein munnligan fyrispurning um Realkredittstovnin og fígging av fiskasølu

Fyrispurningur til løgmann:

1. Hvør er orsøkin til, at landsstýrið vil hava Realkredittstovnin at figgja fiskasølu?

2. Føroyar hava longu atgongd til danska Eksportkreditfonden saman við bankunum, hvat veit landsstýrið at kunna Løgtingið um, hesum viðvikjandi?

3. Vanligt er eisini at brúka serlig  tryggingarfeløg til uppgávuna, tey meta um kundan og tryggja seljaranum peningin - gerð landsstýrið nakað fyri at kunna um hesar møguleikar?

Í viðmerkingunum til munnliga fyrispurningin sigur Edmund Joensen, løgtingsmaður, at Útvarpið veit at siga frá lógaruppskoti, sum er farið til hoyringar um, at Realkredittstovnurin kann figgja fiskasølu. 

Hesin fyrrverandi danski peningastovnur er kendur fyri figging av nýggjari skipum.

At enda sigur Edmund Joensen, løgtingsmaður, í sínum viðmerkingum, at nú hoyrist frá ÚF, at landsstýrið vil broyta lógina soleiðis, at fiskasøla eisini skal fíggjast av Realkredittstovninum.

Tí hesar spurningar.

Sambandsflokkurin