Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

- Tað er okkara vón, at uppskotið hesa ferð verður samtykt, soleiðis at stig verður tikið til at verja børn og ung undir 18 ár. Hetta er eitt greitt og týdningarmikið signalvirði til foreldur, vísir Krabbameinsfelagið á.

”Verjan av børnum og ungum má koma fram um atlit til vinnuna”

Herfyri var sonevnda solariumuppskotið til 1. viðgerð í løgtinginum. Seinast, tá lógaruppskot um aldursmark fyri nýtslu av solarium varð lagt fram, fall tað við tilvísing til atlit til vinnurekandi í solariumvinnuni. Uppskotið leggur upp til 18 ára aldursmark – her er ikki talan um forboð fyri allari nýtslu. Gallupkaningar frá 2013 og 2011 vísa, at av teimum, sum søgdu seg taka sól, vísti seg, at 24 % vóru í aldrinum 15-24 ár. Húðin hjá børnum og ungum er meiri viðkvom fyri ultraviolettu strálunum, sum eru í solarium og sól, enn húðin hjá vaksnum.

- Tað er okkara vón, at uppskotið hesa ferð verður samtykt, soleiðis at stig verður tikið til at verja børn og ung undir 18 ár. Hetta er eitt greitt og týdningarmikið signalvirði til foreldur, vísir Krabbameinsfelagið á.

- Eisini halda vit tað vera rímiligt, sum lógaruppskotið leggur upp til, at í svimjihallum og øðrum almennum stovnum, ikki verður loyvt at selja solarium. Samanhangurin millum krabbamein í húðini og UV-stráling er einfaldur og væl granskaður. Tess meiri UV-stráling frá solarium og sól og fleiri skáldingar, tess størri er vandin fyri krabbameini í húðini.

Vit røkka langt við upplýsing og átøkum, men ikki nóg langt, tí er tíðin nú búgvin at seta aldursmark fyri nýtslu av solarium, metir Krabbameinsfelagið.

Tórshavn, 10. mars 2015

Krabbameinsfelagið