”Tik Tok antik” í Sjónleikarhúsinum
Tik Tok – facebook – instagram - twitter, vit royna at fylgja við, hóast tað ofta er ringt at sleppa tí sum var, og sum vit hildu var gott.
Í kvøld fer Seniorbólkurin í Havnar Sjónleikarfelag á pallin. Vit hava í eina tíð hildið saman í okkara sosialu boblu í Sjónleikarhúsinum, og úrslitið er sýningin ”Tik Tok antik” – antik, tí vit vilja fegin siga okkara søgur beinleiðis av pallinum,heldur enn at fara á alnótina við teimum.
Á skránni er ein samanseting av skemti og álvara – yrkjarar sum Martin Næss, Rói Patursson, Tove Ditlevsen, Bjørgfinnur Nielsen og Benny Andersen fáa lív á pallinum. Teirra tekstir verða saman við okkara egnu søgum og hugleiðingum, skemtivísum og sangum, ein lýsing av, hvussu tað er at koma upp í árini.
Eisini hava vit onkra viðmerking til samfelagið í dag, har ferðin til tíðir er í so høg eftir okkara tykki.
Leikarar eru:
Oddvá Nattestad, Nora Bærentsen, Anna Olsen, Bergljót av Skarði, Gunhild Michelsen, Gunnvør Joensen, Karin Djurhuus, Tóri í Hoyvík, Pól Joensen og Hilmar Joensen
Súsanna Tórgarð hevur hjálpt okkum at seta skránna saman, og seta á pall.
Bjarni Lisberg situr við klaverið.
Suni Joensen hevur sett ljós
Í hugnaliga salinum sita áskoðararnir við café borð, og vit bjóða kaffi og okkurt søtt afturvið.