Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

”Menn í klædningum – Konur í ongum”

Viðvíkjandi muninum á kvinnum og monnum, tá talan er um bygt umhvørvi og almenna rúmið, hugsaði eg alt fyri eitt um frálíku greinina hjá Kinnu Poulsen, sum hon skrivaði á altjóða kvinnudegnum, segði landsstýriskvinnan, í almannamálum og javnstøðumálum, í røðu, hon helt á ráðstevnu í Norðurlandahúsinum, 21. mars 2017

Góðan dag øll somul.

Takk fyri, at eg varð boðin at siga nøkur orð at byrja hendan fundin.

Eitt áhugavert tiltak, sum tit - Javnstøðunevndin, Norðurlandahúsið og Fróðskaparsetrið – skipa fyri í dag. Sjálvar yvirskriftirnar boða frá avbjóðandi og viðkomandi innihaldi. Miðlar og kyn er ongantíð meira aktuelt enn í dag, nú vit eru mitt í einum nýggjum og uppá nógvar mátar ókendum veruleika, har tær nógvu og átrokandi avbjóðingarnar alla tíðina vísa seg – hvussu læra vit okkara ungu at bera seg rætt at á sosialu miðlunum? Hvussu lætt og rætt er tað, at okkara ungu gentur og kvinnur spegla sær í tí kvinnu-ideali, sum miðlarnir bera fram?

Ber yvirhøvur til at tosa um eitt slíkt kvinnu-ideal? Og hvussu stuðla vit okkara ungu dreingjum og monnum í at finna seg sjálvar og at navigera virðiliga í cyperspace?

Eftir miðlarnar koma vit so til Sex and the City. Hetta er ikki ein yvirskrift, sum vit í Føroyum vanliga tengja saman við orðaskiftinum um javnstøðu. Men eg bíði í spenningi eftir, hvat er at siga um býarrúmið og kyn. Og ásanni enn einaferð, at javnstøða millum kyn er viðkomandi á at kalla øllum stigum og økjum í menniskjalívinum …..

At vit í dag hava høvi at hoyra fólk úr Svøríki og úr Íslandi røða um, hvat javnstøða millum kyn eisini kann vera, er enn eitt dømi um, hvussu viktugt tað er við norðurlendskum og altjóða samstarvi. Ikki minst fyri okkum í Føroyum hevur tað týdning at fáa vitan, íblástur og ávirkan úr øðrum londum, so at vit sjálvi verða betur før fyri at gera okkum eina niðurstøðu um, hvørja leið við ynskja at ganga, men við einum upplýstum og fjølbroyttum grundarlagi sum útgangsstøði. Uttan hesar vitanarstreymar er vandi fyri, at vit stagnera, dovin og doyvd av, at eingin sigur okkum ímóti, og at eingin bjóðar okkara heimligu sjálvsfatan av.

Kann ikki lata vera við at nevna, at upprunin til Demokratia er beinleiðis sprottin burturúr tí politiska samstarvinum, sum fer fram í Útnorðurráðnum, har serliga Grønland, Ísland og Føroyar hava samstarvað seinastu 30 árini. Og nógv onnur dømi eru um ítøkilig úrslit av norðurlendskum samstarvi.

So tað verður spennandi at hoyra, um svenska Anja Hirdman og íslendski Gisli Marteinn Baldursson megna at fáa okkum burtur úr okkara vanahugsan um, hvat ber til, og hvat ikki ber til, tá ið vit viðgera javnstøðu.  
Rigtig hjertelig velkommen til Færøerne, Anja Hirdman og Gisli Marteinn Baldursson. Vi er spændte på at høre, hvad I har på hjerte!

Tá ið talan er um luttøku í miðlunum, er støðan broytt seinastu árini, hetta sambært teimum, sum arbeiða við tíðindum og miðlum. Nú er ikki eins trupult at fáa kvinnur at taka lut í sendingum og í almennum kjaki yvirhøvur, sum tað kundi vera fyri nøkrum árum síðani. Og tað er sjálvsagt at fegnast um!

Men framvegis síggjast og hoyrast ikki eins nógvar kvinnur og menn í sendingum og í miðlum annars, har samfelagsviðurskifti av ymsum slag verða viðgjørd.

Tað er so týdningarmikið við fyrimyndum, soleiðis at uppvaksandi ættarliðið fær eina fjølbroyttari fatan av samfelagnum, enn vit fingu, tá vit vuksu upp. Og hesa fatan fáa tey millum annað gjøgnum miðlarnar, sum hava so stóra ávirkan og tí so stóra ábyrgd.

At miðlarnir hava so stóra ávirkan gevur samstundis teimum, sum arbeiða í miðlunum eina stóra ábyrgd. Og tá talan er um føroyskar miðlar, haldi eg, at støðan er ikki so heilt av leið.
Eg haldi, at í t.d. Kringvarpinum eru kvinnurnar væl umboðaðar sum vertir í bæði sjónvarpi og útvarpi. Og í øllum førum eitt av føroysku bløðunum hevur kvinnuligan blaðstjóra.

Hetta kundi tó verið eitt áhugavert evni at kanna: Hvussu er býtið millum kvinnur og menn í grundini, tá ræður um tíðindaflutning og aðra miðling?

Og tá kvinnur eru komnar á skíggjan, er tað ofta ein ung kvinna, sum er medvertur hjá einum hálveldri manni. Hví so er, kunnu vit bert gita um:

Er tað tann álítandi maðurin við drúgvum royndum og gránaðum vangum, sum skal stívast av við einari vakrari, ungari kvinnu undir liðini?

Eg havi ikki svarið, men gleði meg at hoyra, hvat Anja Hirdman veit at siga um Miðlar og Kyn og um stereotypar umboðanir!

Viðvíkjandi muninum á kvinnum og monnum, tá talan er um bygt umhvørvi og almenna rúmið, hugsaði eg alt fyri eitt um frálíku greinina hjá Kinnu Poulsen, sum hon skrivaði á altjóða kvinnudegnum.

”Menn í klædningum – Konur í ongum” er yvirskriftin, og Kinna hugleiðir um ”ójavnstøðusøgur í føroyska nútíðarsamfelagnum”.

Í tekstinum kemur Kinna inn á standmyndir í almenna rúminum og vísir á týdningin, sum hesar standmyndir hava fyri okkara trivnað og fyri okkara hugsunarhátt, tí tær fáa okkum til at undrast og til at hugsa.

Samstundis staðfestir Kinna, at í Føroyum verða standmyndir fyrst og fremst reistar til at heiðra sjómenn, traðarmenn og aðrar menn, sum hava avrikað nakað stórt. Hinvegin – tá ið talan er um standmyndir av kvinnum, nevnir Kinna Fípuna Føgru í Klaksvík, álvagentuna Tariru í viðarlundini í Havn og Kópakonuna. Hesar eru allar naknar dreymaverur, kroppsliga yndisligar, men lýstar uttan nakra persónliga einstaklingatign.

Nógv viðurskifti at lýsa, og nógvir spurningar at viðgera. Vit verða allarhelst eitt sindur meira vitandi um tveir tímar. Í øllum førum verða vit forvirrað á einum meira upplýstum niveau / stigi.

Takk fyri, og góðan temadag!