Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

” Vit fáa ikki frið í heiminum, fyrrenn vit fáa frið í móðurlívinum ”

- so álvarsligan metti móðir Teresa fosturtøkuspurningin vera.

Vælsignaði verði tey, sum fyri tríati árum síðani miðvíst, og aftur og aftur, byrjaðu at vísa á vandan við tí fosturtøkupolitikki, sum stillisliga, úr fremmandum umhvørvum, hevði sníkt seg inn á okkum og troðkað siðvunnan føroyskan hugsunnarhátt burtur. Tá, í áttati- og nítiárunum, vóru tað nærri áttati ófødd, sum hvørt ár endaðu teirra dagar á sjúkrahúsum okkara, men miðvísa arbeiðið móti hesum hevur minkað hetta talið til nærri teimum tríati árliga seinastu tvey árini.

Men málið má eisini á hesum økinum verða, at øll verða bjóðaði vælkomin til lívið. Vit mugu ikki gevast, fyrrenn tal teirra óynsktu er 0!

Ikki er tað gamalt føroyskt, at vísa børnum frá sær.

Søgan sigur okkum frá stórum føroyskum familjum heilt upp til okkara ættarlið. Evarska smá vóru húsini, eingin var trygdin fyri dagin og vegin, vandar lúrdu í bjørgum og á sjónum, men børnini- tey vóru vælkomin! Vórðu tey átta, tíggju, tólv ella fleiri, so varð altíð pláss til teirra, heima, ella kanska hjá teimum, sum ongi høvdu, men sum longdust eftir at fáa. Og søgurnar eru nógvar um faðir- ella móðurloysingar, sum komu á dyr og ikki fingu durafjóðringin. Fall annað ella bæði foreldrini frá, vórðu altíð opnar hendur, sum hjálptu, tóat førleikin ikki altíð var til staðar. Men har sum hjartarúm var, var eisini.....

Aftur til Móðir Teresu.

Tíðirnar broytast, stóru barnaflokkarnir fækkast, samstundis sum fíggjarlig rásarúm víðkast og húsarúmdin fleirfaldast.

Men nú eru børnini bráddliga ein trupulleiki.

Hóast húsini eru fleirfald til støddar, siga vit okkum ikki hava pláss.

Hóast fíggjarliga rásarúmið ikki kann samanberast við tað, ættarliðini undan okkum stríddust við, vísa vit børnum frá okkum, við fíggjartrupulleikum sum orsøk.

Og hóast útbúgvingarmøguleikarnir eru fleirfalt so góðir sum hjá forfedrum okkara, loyva vit eisini hesari undanførðsluni at nokta nýføddum føringum rættin til lív.

” Moralskar trupulleikar og etiskt dilemma ”!

Langa leið út í heim, eftir áralanga bíðitíð, leita føroysk hjún, sum hava trupulleikar at fáa børn, at ættleiða.

Samstundis leita onnur inn á sjúkrahús okkara, har læknar, hvørs uppgáva er at bjarga lívum, virka við til at taka lív hjá óføddum.

Men ein fyrispurningur, um at geva hjúnum møguleika at ættleiða fosturtøkuhótt børn, verður sagdur skapa ” moralskar trupulleikar og etiskt dilemma ”!

Hvar enda vit?

Vit mugu verða enn ídnari at taka saman hendur at bjarga hvørjum einasta føroyingi hvørs lív er hótt, serliga teimum óføddu, sum eru 100 % bundin av hjálp annara! Um so aðrar orsøkir kunnu verða til hetta, eitt nú at venda skeivu fólkagongdini, eigur høvuðsdreivið at verða, at vit virða rættin hjá hvørjum einasta til lív. Tann rætt, sum tey, sum undan okkum vóru, góvu tær og mær!

Jenis av Rana