Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ravnsfjall ynskti ikki afturval

Á aðalfundinum hjá Norðoya Tjóðveldisfelag mikudagin í síðstu viku boðaði Jógvan Ravnsfjall, sum hevur verið formaður seinastu fimm árini, frá, at hann ikki ynskti afturval.

Á vælvitjaða aðalfundinum, sum varð hildin í Miðstovuni í gamla Klaksvíkshandlinum, stóðu tveir nevndarlimir fyri vali, harímillum formaðurin.

Til teir sessirnar bjóðaðu seks fólk seg fram, og eftir atkvøðugreiðsluna var greitt, at Nikolina Olsen varð afturvald, meðan Rani Nosløe varð nývaldur.

Eykavald vórðu Kristian Oskar Henriksen og Lydia Ísaksdóttir.

Nevndin hevur í dag skipað seg við Rana Nolsøe sum formanni og Nikolinu Olsen sum peningarøkili. Harumframt sita Jens Sigurð Justesen, næstformaður, Ninny Olsen, skrivari og Jóan Magnus Magnusson, nevndarlimur í nevndini í Norðoya Tjóðveldisfelag.

Sum aðalstjórnarumboð varð vald Nikolina Olsen.