Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Rationaliseringar – ikki avgjaldsøði

Nú miðsavnandi politikarar, almennir stjórar og fjølmiðlafólk kappast um at koma við hugskotum um avgjøld og skattir á vinnuna, samstundis sum fakfelagsleiðarar virka sum strámenn fyri føroysk og útlendsk tryggingarfeløg – er umráðandi at vera á varðhaldi.

Nú strukturella hallið á fíggjarlógini hevur seinastu árini ligið omanfyri og undir hálva milliard, eru politikarar, sum virka í høvuðsstaðnum, farnir at missa vónina um at til ber at gera ratonaliseringar – tí í hesum liggur, at brúk verður fyri færri fólki í ovurhonds stóra almenna húsarhaldinum.

Almennir stjórar og alment settir kjakarar hava í alt ov stóran mun fingið rúmd í almennu miðlunum, og tí er politiska skipanin um at missa fótafestið – av reinari peningaøði.

Sum formaður í Norðoya Sambandsfelag fari eg í næstum at leggja hetta málið fyri nevndina í Norðoya Sambandsfelag, tí tað er púra greitt, at felagið má stuðla teimum politikarum, sum standa við stevnuskrá floksins, har grundvøllurin er fría fyritakssemið.

Fari at loyva mær at minna lesaran á stevnuskránna hjá Sambandsflokkinum, sum er grundvøllurin sum vit standa á :

…..Flokkurin ásannar, at tað fría fyritakssemið eigur at vera drívkraftin í øllum framburði í vinnulívi okkara. …. Sambandsflokkurin er ein liberalur flokkur, ella ein borgarligur flokkur, mótvegis teimum sosialistisku ella kommunistisku flokkunum. Liberalisman gongur inn fyri andaligum og fíggjarligum frælsi fyri einstaklingin. Tað skapar sunna og virðismikla ábyrgdarkenslu, at einstaklingurin fær loyvi at vísa, hvat hann dugir til, og tað góða úrslitið hjá einstaklinginum fer sjálvandi at koma samfelagnum til góðar. Skal tað almenna taka sær av øllum, verður ábyrgdin og arbeiðshugurin tikin frá einstaklinginum……

Skal fría fyritaksemið vera drívkraftin í føroyska samfelagnum so ber ikki til at halda fram við at áleggja avgjald og skattir, og tí var skattalættin, sum Sambandsflokkurin var við til at samtykkja á nýggjárinum kærkomin. Nú allir borgarar skulu gjalda til egnu pensjónsuppsparing var eisini neyðugt at broyta skattingina av pensjónum frá útgjaldi til inngjald. Varð hetta ikki gjørt, høvdu pensjónsgrunnar tikið eina milliard krónur meira úr umfari í samfelagnum og hevði hetta ført til enn størri skattir og avgjøld.

At stórur partur av fakfelagsleiðslunum hevur átikið sær leiklutin sum strámenn fyri útlendskar pensjónsgrunnar og føroyska pensjóns-kapitalin er sera óheppið. Fría fyritakssemið er grundarsteinurin undir føroyska samfelagnum og hornasteinurin í stevnuskrá Sambandsfloksins og sambært stevnuskránni kemur “...góða úrslitið hjá einstaklinginum sjálvandi samfelagnum til góðar...”

John William Joensen