Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Rangt og rætt um SEV

Dimmalætting hevur nú í tríggjar dagar á rað verið á tremur við “gølu”-søgum um SEV, uttan nakrantíð at hava ómakað sær at biðið um viðmerkingar á rætta stað fyri at fáa lýst umrøddu viðurskifti so sakliga sum gjørligt.

Fyrst snúði tað seg um avskrivingarnar hjá elfelagnum, sum sambært blaðnum skuldu eiga líka stóran part av orsøkini til ætlaðu elpríshækkingina á nýggjárinum sum tær nógv øktu oljuútreiðslurnar.

Hesum uppáhaldi vísti undirritaði aftur í grein dagin eftir, og tók blaðið eftir øllum at døma hetta til eftirtektar.

Elprísirnir

So stóðu elprísirnir fyri skotum. Hetta varð gjørt við grundarlagi í grein frá SEV í síðstu viku undir heitinum “Mýtan um at Føroyar hava heimsins hægsta elprís heldur ikki”.

Her vísti blaðið á, at verða elprísirnir í londunum í Evropa, sum føroysku elprísirnir vórðu samanbornir við í SEV-greinini, reinsaðir fyri skattir og avgjøld, hava Føroyar hægsta elprísin í Evropa (til húsarhald).

Til hetta hava vit hesar viðmerkingar:

Sæð frá einum brúkarasjónarhorni kann tað bara vera endaprísurin (tvs. prísur íroknað avgjøld), sum er áhugaverdur.

Útlendsku avgjøldini í elprísskipan teirra stava júst frá, at tey brúka nógva olju og kol til elframleiðsluna og at tey av tí verða áløgd avgjøld.

Partur av hesum avgjøldum verður latin elfeløgunum aftur sum stuðul til útbygging av grønum orkukeldum.

Fyri Evropa undir einum var í 2006 grøni elorkuparturin bert 15 prosent, meðan hesin hjá okkum liggur um 40 prosent. Í Føroyum gjalda vit umvegis elrokningina eisini fyri hesar útbyggingar, meðan evropear gjalda straff (avgjøld) fyri manglandi útbyggingar.

Skulu elfeløg samanberast landanna millum, er rætt at brúka prísir uttan avgjøld. Men tá eigur eisini at verða hugt at øllum øðrum fortreytum fyri eini tryggari elskipan.

Slíka kanning hava vit sett í verk við sonevndu "benchmarking"-kanning okkara, sum væntandi verður liðug í vár.

Lønarútreiðslurnar

Triðja “avdúkingin” (í Dimmalætting í gjár) viðger høgu lønarútreiðslurnar hjá stovninum við útgangsstøði í roknskapinum hjá SEV.

Víst verður á, at miðallønin hjá teimum 146-148 starvsfólkunum øktist við 71 prosentum í tíðarskeiðnum 2000-2010: úr 261.000 krónum í 2000 til slakar 446.000 krónur í 2010.

Hetta átti sjálvandi at fingið onkra klokku at ringt á redaktiónini og fingið hana at vent sær til okkum fyri at fingið greiði á hesum. Men, nei, heldur ikki í hesum føri varð hildið neyðugt at spyrja fyrst, áðrenn skotið varð.

Rætta myndin

Hóast "miðal starvsfólkatalið" eftir roknskapinum er støðugt, so stavar økingin í lønarútreiðslum felagsins frá eini samanseting av hækkingum í lønum sambært sáttmálunum á arbeiðsmarknaðinumum og einum øktum virksemi hjá felagnum.

Hendan andsøgn kemur av, at starvsfólkatølini í roknskapinum ikki eru umroknað til ársverk.

"Miðal starvsfólkatalið" umfatar bert tey starvsfólk, sum hava sína høvuðsinntøku frá SEV.

Samlaðu lønarútreiðslurnar fevna tó eisini um onnur í starvi hjá SEV, sum ikki hava sína høvuðsinntøku hiðani.

Her er m.a. talan um fólk, ið arbeiða niðursetta tíð, ið lesa málararnar av um heystið, feriuavloysarar um sumrarnar til m.a. at kanna linjur, reingerðingarfólk, tænastumannaeftirlønir, nevndarlimir og aðalfundarumboð (fyrr umboðsnevndarlimir).

Samanlagda starvsfólkatalið í 2010 var sostatt 284.

Rokna vit nú miðallønina út, á sama hátt sum Dimmalætting hevur gjørt, gevur hon 229 t.kr. um árið ella 19 t.kr.um mánaðin. Íroknað yvirtíð, eftirløn, ALSgjald, barsilsgjald og Arbeiðsmarknaðareftirlønargjald. At rokna miðalløn á henda hátt skulu vit tó vera varin við.

Lønarbólkarnir hjá SEV fylgja almenna lønarlagnum, og hesir eru ymiskir alt eftir útbúgving, starvsaldri og flokking.

Rokna vit miðallønina út við støði í lønarbólkunum - ikki íroknað avloysarar, fólk í niðursettari tíð v.m. og ikki íroknað eftirløn, arbeiðsmarknaðargjald v.m. – liggur hon millum 25-27 t.kr. um mánaðin.

Alment lønarlag

Lønarlagið hjá SEV fylgir lønarlagnum hjá tí almenna.

Í løgtingslóg nr. 87 frá 17. mai 2000 um kommunustýri stendur í grein 5, stk. 5 soleiðis skrivað: “Ásetingar í sáttmálum og avtalum um lønar- og setanarviðurskifti fyri kommunal starvsfólk (íroknað kommunalar felagsskapir) og flokkingar og stig fyri størv, sum ikki frammanundan greitt eru ásett í sáttmála ella avtalu, skulu góðkennast av landsstýrinum”.

Endamálið er, at tað ikki skal vera ein munur á lønarlagnum hjá kommunum og hjá tí almenna. Tað er soleiðis, at lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum skal góðkenna allar sáttmálar og flokkingar hjá SEV.

Her er sostatt heldur onki at koma eftir.

Vónandi leggur Dimmalætting í framtíðar viðgerð síni av SEV á annan bógv, so blaðið ístaðin fyri allatíðina at leypa framav, heldur slær upp á tráðin næstu ferð, okkurt “óvanligt” viðvíkjandi SEV loypir hvøkk á tey.

Hiðani skal ið hvussu er ikki standa á at veita blaðnum allar upplýsingar.

Vinarliga

Hákun Djurhuus,

Stjóri