Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Randi Martin sýnir fram grafikk á Býarbókasavninum

Randi Martin sýnir fram grafikk á Býarbókasavninum 16. januar - 31. mars.

Verkini eru í høvuðsheitum koparetsningar. Við hesum teknikkinum ber til at gera fleiri eintøk av hvørjum listaverki.

Randi Martin er fødd á Tvøroyri í 1943 og er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og heilsufrøðingur, men hugur hennara hevur altíð staðið til listina. Í 1978 gjørdi Randi av, at hon vildi listina og fór undir útbúgving á Billedskolen í Keypmannahavn og á Lollandi. 

Listaliga virksemið hjá Randi Martin fevnir um málningar, tekningar, linoleumsskurð, gipsstoyping og høggmyndalist, og hon hevur gjøgnum árini havt óteljandi framsýningar í Danmark, men eisini fleiri ferðir í Føroyum og er umboðað á Listasavni Føroya. Randi Martin er limur í Danske Grafikere.

Bókin Ætsninger af Randi Martin lýsir í stuttum listakvinnuna og endurgevur nógvar av etsningum hennara.